Beinleiðis bønarløta í Lindini

Í kvøld frá kl. 19-22 sendir Lindin eina bønarsending, har fólk frá ymiskum trúðarrørslum í Føroyum luttaka. Sendingin er skipað í samstarvi við OM Føroyar, og verður send í samband við at OM skipar fyri einum altjóða bønardegi í dag. Vegna Heimamissiónina luttaka Sigrun Mikkelsen, forkvinna í landstoyminum fyri barna- og familjuarbeiðið, og Andrias Magnussen, aðalskrivari.
Lindin sendir á FM netinum, men sendingin verður eisini stroymað beinleiðis á www.lindin.fo

Kvøldið verður skipað soleiðis, at ringt verður til ymisku fólkini, sum síðani fáa 10 minuttir at leggja tvey ella trý bønarevni fram. Tá ið tey eru løgd fram, spæla vit stillan tónleik, so lurtarin hevur møguleika at biðja heima við hús. Síðani kemur persónurin inn aftur seinastu tveir minuttirnar, har ein bøn verður biðin.

  • 20:00-20:10: Danjal av Rana
  • 20:10-20:20 Svenning av Lofti
  • 20:20-20:30 Uni Næss
  • 20:30-20:40 Tummas Jacobsen
  • 20:40-20:50 Else Djurhuus
  • 20:50-21:00 Ann Dahl Hansen
  • 21:00-21:10 Sámal Midjord
  • 21:10-21:20 Sámal Mikkelsen
  • 21:20-21:30 Sigrun Mikkelsen
  • 21:30-21:40 Andrias Magnussen
  • 21:40-21:50 Kristvør Kolden
  • 21:50-22:00 Pauli Høj
  • 22:00 Jógvan á Lakjuni endar við einari bøn.