Benjamin Rajani við nýggjum staklagi um 40. sálm í Gamla testamenti

Fríggjadagin útgav 23 ára gamli argjamaðurin Benjamin J. Rajani eitt nýtt staklag. Sangurin eitur “40” og er skrivaður út frá 40. sálmi í Bíbliuni. Noe Chaparro hevur ljóðblandað og framleitt. Sangurin liggur eisini á Spotify og Itunes.

Benjamin byrjaði at skriva sangir fyri trimum árum síðani, og hevur ein eyðkendan ærligan stíl. Í 2016 gav hann sína fyrstu fløgu út, sum hevði heitið “To Be Torn”. Á Summarfestivalinum í fjør hevði hann konsert á Torginum.

 

Tekstur:

Eg vónaði,

Vónaði á Harran

Tá boygdi hann seg

Og hoyrdi mítt róp

 

Hann dróg meg úr

Undirgangsgrøvini

Úr botnleysum díki

Setti føtur á klett

Gjørdi stig míni føst

 

Hann legði í mín munn

Nýggjan song

Lovsong til Gud okkara

 

Frelsari

Endurloysari

Trúfasti klettur mín

Hvør er sum tú

 

Tú gevur lív

Heilaga anda tín

Náði og kærleika

Eitt friðsælt sinn

Um tú sleppur inn

 

Hann dróg meg úr myrkri

Vísti mær ljósið

Sum fullkomið er

 

Vegurin, Lívið

Um ævigar tíðir

Hann Sannleikin er

 

Eitt lýtaleyst offur

Ævigur skattur

Hann heilagur er

 

Burtur er vandin

Tryggur eg standi

Hann bjargingin er

 

Prís fái Gud

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina