Bert tvey kyn í Sveis – enn!

Í vesturheiminum hevur í fleiri ár verið eitt rák, sum hevur til endamáls at broyta okkara hugmynd um sex og kyn. Rákið byrjaði í Amerika fyri nógvum árum síðani, og er eisini komið til fleiri lond í Evropa. Til dømis hava Týskland, Eysturríki, Belgia og Holland øll lógarfest rættin at skráseta seg sum triðja kyn ella onki kyn. Í apríl 2022 valdi stýrið í Amerika at gera tað møguligt at velja triðja kyn á passum.

Nøkur hava hugsað, at tað bara ein spurningur um tíð, so er hetta eisini gerandisdagur hjá okkum og øllum evropa sum heild. Men er tað soleiðis?

Í desembur 2022 komu boð frá Sveisisku stjórnini, at tey fara ikki at seta tað sokallaða triðja kynið ella onki kyn sum ein skrásetingarmøguleika.

Tá tosað varð við ríkisstjórnina, varð svarað, at tað ikki er tørvur á hesari broyting, sum støðan í Sveis er nú. Harafturat hevði henda broyting kravt nógvar aðrar lógarbroytingar, bæði í grundlógini og hjá ymisku kantonunum (statunum). Eisini varð víst til etiska ráðið, sum í 2020 hevði boðað frá, at tíðin enn ikki var nóg búgvin til at broyta hesa skipanina.

LES EISINI  Løgfrøðiligt kynsskifti: Ein lítil lógarbroyting við víðfevndum avleiðingum

Ikki einasta landið í Evropa

Sveis er ikki eitt eindømi í Evropa. Póland hevur leingi verið kent fyri sína radikalu konservativu mentan. Landi er í stóran mun katólskt, og loyvir ikki samkyndum at giftast og heldur ikki at ættleiða. Í 2020 segði presidenturin, Adrzej Duda, at LGBT rørslan er meira oyðileggjandi enn kommunisman.

Londini í evropa, ið eru ímóti rákinum, liggja fyri tað mesta í eystara partinum. Mátarnir, tey arbeiða ímóti rákinum, eru sera ymiskir. Summi lond, sum Russland, fara harðliga til verka, ímeðan onnur, sum Póland, heldur lata samtaluna hava konservativu virðini í fokus og geva minni pláss fyri rákinum um sex og kyn.

Ikki altíð svart/hvítt

Tað er ikki altíð samsvar millum tað, fólki vil og tí, stjórnin loyvir.

Eitt land, ið kann nevnast í hesum høpi, er Serbia, har EuroPride skrúðgongan í 2022 nærum var avlýst. Hetta hendi, tá 50.000 fólk samlaðust at mótmæla skrúðgonguni, nakrar dagar áðrenn hon skuldi vera. Úrslitið varð, at skrúðgongan, ið skuldi vara í fleiri dagar, bleiv nógv seinkað og vardi í nakrar tímar í staðin fyri fleiri dagar.

LES EISINI  Amerikanskir læknar vísa aftur, at eitt triðjakyn er

At enda er vert at nevna, at hóast Sveis ikki broytti lógina, ljóðaði tað á bæði ríkisstjórnini og etiska ráðnum, at eitt triðja kyn ella onki kyn væntandi fór at vera sett í gildi. Ikki í dag, men seinni. So hóast fleiri lond enn stríðast ímóti rákinum, vænta fleiri politikkarar, at hetta er eitt stríð, teir fara at tapa.

Kelda: Associated Press

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina