Besti kristni tónleikurin í 2021

Eg plagdi at vera skeptiskur, tá ið talan var um kristnan tónleik, og tað eri eg partvís enn. Seinnu árini eri eg tó vorðin minni knarrutur og meira bjartskygdur viðvíkjandi tónleiki, sum verður bólkaður sum “kristiligur”. Skiftið hendi, tá ið eg gavst við at hugsa um “kristnan tónleik” sum sjálvan ídnaðin, sum hevur sína háborg í Nashville. Gamaní kemur nógvur góður tónleikur úr Nashville! Men, í dag eru mørkini fyri kristnum tónleiki vorðin víðari – bæði landafrøðiliga og tónlistarliga.

Tað er serliga tað óvantaða, djarva, álítandi og tað, sum rørir meg, sum hevur mín áhuga. Og tað er nógvur tílíkur tónleikur, sum verður útgivin í løtuni.

Skrivað hevur Brett McCracken. Hann er ritstjóri og kunningarleiðari á The Gospel Coalition.

Í dag er tað trupult at fylgja við í tónleiki, tí tað er so nógvur tónleikur og hann er so lætt atkomiligur. Bæði savnsvørðar og listar kunnu vera góð hjálp til at finna gimsteinarnar í rúgvuni. Tað er út frá hesum, at eg havi samansett hesa samanumtøku av kristnum tónleiki, sum varð útgivin í 2021.

Tílíkir listar eru sjálvandi subjektivir. Tú ert møguliga bæði samdur og ósamdur við summum á mínum lista. Men, vónandi eru ein ella tvær útgávur á listanum, sum tú ikki hugsaði um, og sum tú kanst fáa signing av og sum kunnu leiða teg at lovsyngja Gudi.

6 tær bestu útgávurnar

Hetta eru tær seks útgávurnar, sum eg meti vera bestar, umframt 10 góðar útgávur, sum kunnu bólkast undir stóra bólkin “kristiligur tónleikur.”

1. Andy Squyres – Poet Priest

Longu í fyrstu reglu í fyrsta sangi á hesi útgávu hoyrist, at Poet Priest ikki minnir um útvarpsvinarligu kristnu útgávurnar, sum kunnu geva íblástur. Fyrsta regla í sanginum er: “Here is my harvest of heartbreak, here is my threshing of tears.” Hóast boðskapurin á útgávuni er sorg og klaga, so er ikki talan um nakra nalvaskoðandi lovprísan av mótgangi. Á allari útgávuni peikar Squyres á vónina í Jesusi. “I have nothing else but the promises you’re keeping,” syngur hann til Guds í einum av sangunum. Hendan reglan er eitt eyðkenni fyri útgávuna, sum er ein poetisk samanrenning av trúgv, iva, vónloysi og tilbiðjan.

LES EISINI  Borgfríð sang á Skála

2. Young Oceans – You Are Fullness

Hendan útgávan, sum kom út tíðliga í fjør, er útgávan, sum eg havi lurtað mest eftir á Spotify (stroymingtænasta) í 2021. You Are Fullness er ein útgáva við stillum sálmum við ríkum innihald. Útgávan er upptikin og arbeitt soleiðis, at ljóðið ikki er nógv framleitt. Útgávan er góð at lurta eftir. Set oyramikrofonirnar á og njót hesa lovsangsfløgu, sum kann flyta teg úr larminum og vónbrotinum í hesum heiminum og inni í nærveruna hjá Gudi.

3. Natalie Bergmann – Mercy

Eg havi enn torført við at seta hesa útgávu í bás. Á aðrari síðuni, so er Mercy ein útgáva við fólkatónleikagospel sangum, sum vísa á andaligt stríð. Útgávan er tikin upp í einum kleystri í New Mexico eftir at Bergmann misti pápa og stjúkmammu í eini bilvanlukku. Hinvegin, so lýsir útgávan Gud og trúnna í einum huglagi, sum minnir um sang til eina móttøku, har arbeitt verður við nógvum ymiskum tónleikasløgum. Óansæð, so vísir útgávan, hvussu tað eisini í eini verðsligari tíð ikki slepst undan, at tað er nakað meira.

LES EISINI  Teir seinastu sangirnir frá sangfagnaðinum 2019 

4. Taylor Leonhardt – Hold Still

Tað kann vera, at tú kennir Taylor Leonhardt frá indie lovsangsbólkinum Mission House, har hon samstarvar við Jess Ray. Men, tað er eisini vert at leggja merki til tónleikin, sum hon framleiðir undir egnum navni – serliga hendan útgávan frá 2021. Bæði ljóðið og tekstirnir á útgávuni minna um country úr Nashville, har víst verður á tol og gongd í trúðarlívinum. Hetta er ein av bestu kristnu singer-songwriter útgávum, sum eg havi hoyrt í fleiri ár.

5. Antoine Bradford – Light Will Find You

Mær hevur dámt sera væl LP útgávurnar hjá Antoine Bradford; Dear Struggling Christian (2018) og Even in the Dark (2019). Hesar báðar útgávurnar eru tveir teir fyrstu partarnir í røðini, sum nú verður fullfíggjað við eini útgávu í fullari longd. Talan er um eina erliga útgávu, har peikað verður á Jesus. Útgávan er góð at lurta eftir hjá teimum, sum kenna seg sum pílagrímar og stríðast í trúnni, tí tónleikurin minnir kristin fólk allastaðni á, at eisini mitt í myrkrinum, so finnir ljósið teg.

6. Land of Color – Show Me What It Means

Eg haldi, at Land of Color er ársins gjøgnumbrot innan kristnan tónleik. Land of Color er mannað við Gary Rea úr Suðurafrika og Thomas Ewing úr Colorado. Saman gera teir hugtakandi tónlistarligar samanrenningar, sum eg ongantíð áður havi hoyrt innan kristnan tónleik. Hugsa tær afrikanskan og amerikanskan lovsangs fólkatónleik við íblástri frá Sting og Vampire Weekend, sum rennir saman til eina eind.

LES EISINI  Yndissangir hjá lesarum

Aðrar útgávur, sum eru verdar at nevna:

Mark Barlow – Hymns & Souls; Caroline Cobb – A King & His Kindness; Future of Forest – Remember; Ellie Holcomb – Canyon; Hulvey – Christopher; IMRSQD – Encantado; J. Lind – The Land of Canaan; JUDAH – 3+7; Jess Ray – Baby Take My Hand; Kanye West – Donda.

5 vakrar útgávur við sálmum

Tað frøir meg at leggja merki til, at í tíðini við korona hava fólk endurfunnið gleði og troyst í sálmum. Her eru fimm av mínum yndisútgávum frá 2021.

4 góðar útgávur, har tekstirnir eru tiknir úr Bíbliuni

Tað koma fleiri og fleiri útgávur, har løg verða gjørd til bíbilskar tekstir. Tað er ikki løgið, at hesir sangir leiða áhoyrararnar beinleiðis til lovsang.

The Corner Room – Psalm Songs, vol. 3

Poor Bishop Hooper – EveryPsalm

Psallos – Philippians

Shana & Shane – Psalms, Hymns and Spiritual Songs, vol. 1

3 frálíkar EP’ir

Fyri at javnviga listan nakað, so kann eg vísa á tríggjar EP’ir, sum eg lurtaði nógv eftir í 2021.

Les eisini:

Her ber til at síggja ein lista við teimum bestu nýggju lovsangunum í 2010’unum:

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina