Teir bestu nýggju lovsangirnir í 2010’unum

Í eini tíð, tá tað gerst alsamt minni vanligt at hava felags sangbøkur og lovsangsbøkur, og nógvir nútíðar lovsangir koma og fara líka skjótt sum eitt og hvørt annað stokkut mentanarligt fyribrigdi, kann tað tykast fjákut ella idealistiskt at umhugsa, hvørjir nýggir sangir (um nakrir) fara at gerast æviløg. Men sum hetta tíggjuáraskeiðið nærkast endanum, kunnu vit í øllum førum hátíðarhalda nakrar av teimum frálíku nýggju lovsangunum, sum hava signað kirkjuna í 2010’unum, hóast vit ikki kunnu siga, hvørjir av teimum framvegis fara at verða sungnir í 2020’unum, 2030’unum og longur fram.

Brett McCracken skrivar á thegospelcoalition.org:

Teir 35 sangirnir niðanfyri eru mítt boð uppá teir bestu nýggju lovsangirnar, sum eru skrivaðir og útgivnir millum 2010 og 2020. Tá eg havi gjørt listan, havi eg hugsavnað meg um sangir, ið bæði eru haldgóðir gudfrøðiliga og vakrir tónleikaliga; somuleiðis sangir, ið eru lættir at syngja og, í flestu førum, longu verða sungnir víða um í samkomum kring heimin. Summir hava staðið á lovsangshittlistum. Aðrir eru ikki so kendir. Allir sangirnir eru sangir, sum eg vóni, at kirkjan heldur fram at syngja og minnast, nógv ár fram í tíðina.

LES EISINI  Bakgrund til Easy Worship - Íblástur: Hvítusunna

Um tú ikki kennir summar av hesum frálíku sangunum, kanst tú lurta eftir teimum á hesum TGC Spotify-playlistanum ella Apple Music-playlistanum. Samkomuleiðarar og lovsangsleiðarar: Umhugsið at seta nakrar av hesum í umferð í tykkara samkomu. Máttu hesir sangir – saman við dýrmettum klassikarum frá farnum øldum, eins og sangum, ið ikki eru skrivaðir enn – hildið fram at leiða Guds fólk til at kunngera hansara prís og stilla okkara hjørtu at lovsyngja hansara dýrd og tign.

  1. “Come Behold the Wondrous Mystery,” Matt Boswell, Matt Papa, Michael Bleecker (2013)
  2. “Is He Worthy?” Andrew Peterson (2018)
  3. “We Will Feast in the House of Zion,” Sandra McCracken (2015)
  4. “10,000 Reasons (Bless the Lord),” Matt Redman (2011)
  5. “O Praise The Name (Anastasis),” Hillsong Worship (2015)
  6. “Yet Not I but Through Christ in Me,” CityAlight (2018)
  7. “His Mercy Is More,” Matt Boswell and Matt Papa (2016)
  8. “He Will Hold Me Fast,” Matt Merker (2012)
  9. “Great Are You Lord,” All Sons and Daughters (2012)
  10. “God Is for Us,” CityAlight (2018)
  11. “This I Believe (The Creed),” Hillsong Worship (2014)
  12. “O God of Our Salvation,” Matt Boswell, Michael Bleecker (2010)
  13. “Living Hope,” Phil Wickham (2018)
  14. “What a Beautiful Name,” Hillsong Worship (2016)
  15. “Father, Let Your Kingdom Come,” Porter’s Gate feat. Urban Doxology (2017)
  16. “My Worth Is Not in What I Own (At the Cross),” Keith Getty, Kristyn Getty, Graham Kendrick (2014)
  17. “Christ the Sure and Steady Anchor,” Matt Boswell and Matt Papa (2014)
  18. “Man of Sorrows,” Hillsong Worship (2013)
  19. “Build My Life,” Pat Barrett (2016)
  20. “Lord, I Need You,” Matt Maher, Christy Nockels, Jesse Reeves, Kristian Stanfill, Daniel Carson (2011)
  21. “Great Is Our God,” Young Oceans (2012)
  22. “Cornerstone,” Hillsong Worship (2011)
  23. “The Lion and the Lamb,” Brenton Brown (2015)
  24. “O Come to the Altar,” Chris Brown (2015)
  25. “Forever,” Kari Jobe (2013)
  26. “Christ Is Mine Forevermore,” CityAlight (2016)
  27. “Promises,” Antoine Bradford (2019)
  28. “Behold Our God,” Sovereign Grace Music (2011)
  29. “All Glory Be to Christ,” Kings Kaleidoscope (2012)
  30. “Ancient of Days,” CityAlight (2018)
  31. “The Lord Is My Salvation,” Keith Getty, Kristyn Getty, Nathan Nockels, Jonas Myrin (2016)
  32. “No Limit to Your Love,” John Van Deusen (2018)
  33. “814,” Isla Vista Worship (2019)
  34. “Who You Say I Am,” Hillsong Worship (2018)
  35. “Come to the Feast,” Sandra McCracken, Jeff Lawson (2013)
LES EISINI  Lovsongurin fær ongan enda
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina