Bíblian

Eg siti við einari bíbliu framman fyri mær. Mín fyrsta bíblia. Hana, sum mamma og pápi góvu mær í fermingargávu. “JOHNN HARDANG” stendur niðast á prermuni framman. “1-12 1968” á permuni aftan. Mín fermingardagur. Alt í gullskrift.

Eg minnist enntá, hvussu ríkan og glaðan eg kendi meg, tá eg helt hesari bíbliu í hondini tær fyrstu ferðirnar:
– Hetta er TÍN bíblia, Johnn!

Tað var, sum mær var litið til lykilin til eitt skattkamar. Ella hevði funnið hurðina inn í ein nýggjan heim.

Á einari av teimum aftastu síðunum í fermingarbíbliuni havi eg límað eitt úrklipp. Tað er júst um bíbliuna. Eg vil endurgeva hesar reglurnar fyri tær, soleiðis sum tær framvegis eru at lesa í mínari gomlu bíbliu:

“BÍBLIAN sigur okkum um Guds sinnalag, menniskjans støðu, frelsuvegin, syndarans dóm og sælu teirra trúgvandi. Hennara læra er heilag, hennara boðorð eru bindandi, hennara frásagnir eru sannar, og hennara dómar standa æviga fastir.

Les í henni, og tú gerst vísur. Trúgv henni, og tú verður tryggur. Ger eftir henni, og tú verður heilagur.

Hon gevur ljós til tína vegleiðing, føði til títt uppihald og troyst til tína styrki. Hon er kort hjá tí ferðandi, stavurin hjá pílagríminum, svørðið hjá stríðsmanninum og frælsisbrævið hjá tí kristna. Her er himmalin opin og helvitis portur stongd.

LES EISINI  Eitt øðrvísi fólk

JESUS KRISTUS er hennara stóra evni, okkara æviga gagn er hennara ætlan, og Guds æra hennara mál. Hon átti at fylt okkara tanka, leitt okkara hjarta og stýrt okkara fóti. Les hana seint, ofta undir bøn. Hon er eitt nám av ríkdómi, eitt paradís av dýrd og gevur streymar av gleði. Hon er tær givin í lívinum, verður opnað í dóminum og havd í minni í ævinleikanum.

Hon áleggur okkum størstu ábyrgd. Hon gevur okkum tey størstu lyftir um løn fyri trúgv og lýdni, men hon vrakar øll, sum vanvirða hennara heilaga innihald.”

So mikið um mína fermingarbíbliu.

Vit skulu tosa eitt sindur um bíbliuna nú framyvir. Eg vóni, at tú fyri alt tað eigur tína egnu bíbliu. Annars átti tú at roynt at ognað tær eina! Einki av tí, sum Gud hevur givið okkum av góðum gávum, kann metast við bíbliuna. Hon er føði fyri sálina, ljós á gøtuni, svørð í stríðnum og salva á sárini.

LES EISINI  Les úr Bókini og greina tað, tú lesur

Ein hevur sagt tað soleiðis: – Ein ungdómur við einari opnari bíbliu og einum opnum bønarlívi fer at verða varðveittur, um hann so varð settur í helvitis portur!

Hetta sigur eitt sindur um, hvussu týdningarmikið tað er at brúka bíbliuna. Gera seg kendan við hana. Lesa í henni hvønn dag. Og innrætta seg eftir henni.

Lat dagarnar framyvir verða ein tíð, har tú veruliga íðin brúkar bíbliuna!

Gert tú nakað burtur úr bíbliuni, fært tú at síggja, at bíblian ger nakað við teg!

 

Til umhugsanar
“Tak við Orðsins gávum, so kanst tú bera Orðsins gátur!” (C. Skovgaard-Petersen)

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina