Bíbliulesiætlanin komin

Aftur í ár gevur Føroyska Bíbliufelagið út eina bíbliulesiætlan.

Í fororðunum sigur Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari hjá Bíbliufelagnum, millum annað: “Lesiætlanin hesaferð, er annar partur í røðini, ið førir teg ígjøgnum alla Bíbliuna næstu fýra árini. Tað er týdningarmikið, at vit lesa alla Bíbliuna, at fáa heildina við. Ja, nógv kann vera trupult at skilja, men kanska er tað júst her, tann stóra avbjóðingin og dýrgripurin liggja.

At lesa í Bíbliuni er ikki bara eitt ítriv ella ein ferð inn í ein spennandi heim av frásøgnum, songum og orðtøkum. Nei, orðini kunna við Guds kraft, føra okkum inn í eitt livandi samfelag við Gud – skapara himins og jarðar. Tá eru vit ikki longur bara lesarar, men fáa lut í teimum lyftum, sum Bíblian umtalar.

Lat okkum taka við hesi ríku gávu, at lesa Bíbliuna, sum trúbótin fyri skjótt 500 árum síðan, gjørdi til fólkaogn. Trúbótin var ein stór hending, sum elvdi til andliga, persónliga og kirkjuliga menning í øllum Evropa og um allan heim”.

Bíbliulesiætlanin fæst við at venda sær til Gunnar K. Nattestad á telefon 787826, ella á gunnar@biblia.fo