Bíbliuorðið er gott og neyðugt eisini uttanfyri 200 fjórðingar

-Eg havi tað gott sum stýrimaður her umborð á handilsskipinum Hav Streym, sum reiðaríið Navigare eigur. Eg byrjaði fyri tveimum árum síðani og havi trivist. Vit arbeiða í seks tímar og hava so frí í seks tímar. Vit eru seks vikur umborð og hava so frí í seks vikur. Tað er ein góð skipan og ikki minst fyri ein eldri mann.- Tað sigur 71 ára gamli Leivur í Buð.

-Vit sigla víða í Skandinavia og í Norðureuropa. Vit sigla nógv uppá Norra og so til Týsklands, Hollands, Belgia og so av og á til Føroyar. Í miðal eru vit umleið tvær ferðir í Føroyum hvørja útmynstring. Vit eru sjey mans við, og eg haldi, vit hava tað gott saman,- sigur hann.

Má løðast
-Tað vísir seg at vera trupult at halda ríka trúarlívið, eg upplivi heima, viðlíka, umborð. Heima fari eg bæði í kirkju, á møti og til bíbliutímar og bønarmøtir, sum eg eri sera fegin um. Tá eg so komi umborð, ja, so lesi eg og biði regliliga; men eg sakni tað heilaga samfelagið, og tí líkasum dovnar tað andaliga lívið nakað. Kanska eg kann siga, at tann andaligi akumulatorurin missir nakað av streyminum tíðina umborð, tí uppløðingin er ikki tann sama sum heima,- sigur Leivur.

Avbjóðing
-Hvør dagur er ein avbjóðing bæði andaliga og handaliga, og so skulu vit taka støðu til nógv ting. Tí kann eg ikki skylda uppá nakran annan, um mítt andaliga lív dovnar nakað. Eg má søkja inn í bíbliuorðið og bønina, so eg verði varðveittur í trúnni, og tað bæði burturi og heima.
Eg havi nógv bíbliuorð, sum eg eri fegin um. Eitt teirra stendur í Jóhannes evangeliinum 17,3:
”Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Gud, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist.” Hetta orðið og annars øll Bíblian, er bæði góð og neyðug allastaðni, eisini uttanfyri 200 fjórðingar,- sigur Leivur í Buð, brosandi.