Bíbliuskeið í Nesvík í gongd 

Eitt av árligu hæddarpunktunum, Bíbliuskeiðið í Nesvík, byrjaði hóskvøldið. Í ár er tað Øssur Kjølbro, prestur, sum undirvísir í Hebrearabrævinum.

Hóast salurin longu er væl fyltur, verða enn fleiri væntað at koma, sum tey fáa frí til vikuskiftið. Teir báðir fyrstu fyrilestrarnir eru upptiknar og kunnu hoyrast her og á poddvarp-kanalum sum Spotify, Google Podcasts og Apple Podcasts.

Hetta gevur møguleika til tey, sum júst nú eru á veg til Nesvíkar, at lurta eftir teimum fyrru fyrilestrunum, sum tey ikki fingu við, á ferðini til Nesvíkar. Somuleiðis er tað ein góður møguleiki fyri øll tey, sum ikki hava møguleika at vera til staðar, at fylgja við í undirvísingini heimanifrá.

LES EISINI  Bíbliuskeið - um Jesu leiðslu
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina