Bíbliuskeið um Opinberingina

Árliga bíbliuskeiðið hjá Heimamissiónini verður í Nesvík frá 24. til 27. august.
Í ár verður tað Hans Ole Bækgaard, prestur og formaður í Indre Mission, sum fer at undirvísa.
Hann fer at gjøgnumganga Opinberingina, síðstu bókina í Bíbliuni, sum møguliga hevur nakrar av løgnastu, men samstundis mest spennandi kapitlunum í Bíbliuni.
Vælkomin á eitt spennandi og gevandi skeið saman við Guds orði og Guds fólki.
Skráin verður send út seinni.