Bíbliuskeiðið 25.-28.august

Á árliga bíbliuskeiðinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum verður í Leguhúsinum í Nesvík síðsta vikuskiftið í august, fer sóknarpresturin við Emdrup kirkju í Keypmannahavn, Jóannis Fonsdal, sum er ættaður av Skála, at undirvísa.

Høvuðsyvirskriftin verður: “Avbjóðingar úr Jákupsbrævinum”. Evnini, sum undirvíst verður í, eru sera viðkomandi fyri kristin – eisini í dag. 
Harafturat verða fýra ymiskir áhugatímar seinnapartin leygardagin, og luttakararnir kunnu velja tveir teirra, tí tímarnir verða tvær ferðir. 

Vælkomin á bíbliuskeið í 25. – 28. august. Dagar saman við Guds orði og Guds fólki. 

SKRÁIN

Bíbilskeiðið 25. – 28. august 2022

Evni: Avbjóðingar úr Jákupsbrævinum

Undirvísari verður Jóannis Fonsdal, sóknarprestur við Emdrup kirkju í Keypmannahavn. Jóannis er ættaður av Skála.

Hóskvøld 25. august

20.00: Á ferð inn í Jákupsbrævið

Fríggjadagur 26. august

8.30: Morgunmatur

10.00: Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting (Ják 1,12)

12.30 Døgurði

15.15 Drekka

16.00: Jákup og Paulus – trúgv og gerningar (Ják 2,14-26)

18.00 Nátturði

20.00 Tungan hevur mátt (Ják 3,1-12)

Leygardagur 27. august

8.30: Morgunmatur

10.00: Bøn og forbøn (Ják 5,13-18)

12.30 Døgurði

14.00 Áhugatímar

15.15 Drekka

16.00 Áhugatímar

17.30: Nátturði

19.00: Jesus í gerandisdegnum

21.00: Felagsungdómsmøti í høllini

21.00: Hugnaløta og drekka í salinum

Sunnudagur 28. august

8.30: Morgunmatur

11.00 Guðstænasta

12.30 Døgurði

Upprudding og fráferð

Áhugatímar:

1. Trúarverja v./ Jonhard Jógvansson

2. Bróðir Andreas, smuglari Guds v./ Jóannis Fonsdal

3. Jesu krossfesting v./Dánial Olsen

4. Samkyndleiki v./ Karstin Høgnesen

Luttakararnir kunnu velja tveir av tímunum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina