Bíða …

Kristian Martin Petersen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Nú um dagarnar las eg í Sálmunum, og í Sálmi 130, 6-7 vóru nøkur orð, sum settu tankarnar á ferð: “Meira enn vaktarmenn bíða eftir morgni, Ísrael Harranum bíðar; tí hjá Harranum er náði og mikil loysn.”

Allan mín uppvøkstur havi eg hoyrt um Himmalin – har friður og gleði er, og har ein beiggi mín býr. Hann doyði brádliga í 1967, bert 20 mánaðar gamal árið fyri, at eg bleiv føddur. Kendi hann ikki, men hann er kortini partur av mínum lívi, og allan mín uppvøkstur var hann ein av okkara, og eg sakni hann, hóast vit ongantíð hittust. Himmalin er staðurin, har hann býr – og sum árini ganga gerast tey alt fleiri, sum eg kenni har.

Meira enn vaktarmenn bíða eftir morgni, v7  Ísrael Harranum bíðar; tí hjá Harranum er náði og mikil loysn.
Sálmur 130,6-7

Í Sálmi 130 lesa vit um vaktarmenn, sum bíða eftir morgni. Øll, sum hava havt náttarvakt á sjógvi ella landi, kenna hetta tunga, sum legst yvir vaktina, áðrenn tað lýsir. Kenslan av tí longu náttini, sum tekur yvir. Tað gerst onki við møðina, tí svøvnurin vinnur fram, men ein náttarvakt er júst ein vakt, og tá ber ikki til at sova – vit bíða veruliga eftir morgni, tí náttin er longu blivin ov long.

Sum vaktarmenn bíða eftir morgni, soleiðis bíðar Ísrael eftir Harranum, sigur pílagrímsferðarsálmurin. Um eg nú sigi, at VIT eru Ísrael, so kann eg spyrja, um vit hava ein slíkan himmallongsul, sum kann samanberast við longsulin eftir morgni eftir eina drúgva náttarvakt?

Mær tykir, at boðanin um Himmalin er blivin eitt sindur ómodernað – tí boða vit Himmalin, so mugu vit boða mótpolin, sum vit illa troysta okkum at nevna. Og boða vit møguleikan fyri glatan, so eru fleiri – eisini í evangeliskt luthersku kirkjuni – sum tala okkum beint í móti, tí glatan finst ikki, siga tey. Gævi tað var so væl, hugsi eg. At eg trúgvi á Himmalin – og mótpolin – er ikki tí, at eg havi ein myrkan boðskap – evangeliið er ljósanna boðskapur við ævinleikans perspektivi, men trúgva vit ikki, at glatan er til, so er heldur ongin grund at hava eina himmalvón – tí tá er alt onki, og onki er alt.

Helst havi eg frá barnsbeini hoyrt meira um Himmalin enn nógv onnur – kanska tí, at í okkara heimi mistu foreldur míni eitt lítið barn, men vit liva ikki uttan vón. Hetta er ein partur av gleðiboðskapinum.

”Meira enn vaktarmenn bíða eftir morgni, Ísrael Harranum bíðar; tí hjá Harranum er náði og mikil loysn.” Tað er framvegis mín vón – og mín himmalvón, at hjá Harranum er ævigur bústaður fyri meg og øll tey, sum trúgva á Jesus. Og eg trúgvi, at Jesus framdi eitt fullgjørt frelsuverk á Golgata.

Mín himmalvón verður órógvað av øllum heimsins larmi, men kortini er kenslan á leið soleiðis, sum vaktarmenn hava tað, tá ið teir bíða eftir morgni – ein sterk kensla, sum er ekta og varandi! Tað er mín himmalvón – hevur tú somu kenslu?