Biðið uttan íhald!

Jørgen Andreasen

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

  1. Tess. 5, 17

Nú summarið er farið framvið, og vit aftur eru farin til verka, so eri eg farin at hugsa um hvussu okkara kristna lív er fyri.

Her hugsi eg um, hvussu væl eru vit fyri til at møta dagligum royndum andaliga. Eru vit í venjing?

Í summar hava vit havt nógvar ítóttar kappingar runt um heimin og her heima. Hesar kappingar hava havt sera nógv og dugnalig ítróttarfólk, sum hava íðka teirra ítrótt á hægsta stigi.


Hvussu er tað møguligt hjá hesum menniskjum at íðka teirra ítrótt á so høgum støði? Jú, tey venja og venja nógv. Nærum hvør dagur fer við at venja eini 2-6 tímar – alt eftir um tú ert áhuga íðkari ella yrkisíðkari. Hett er eisini neyðugt um tey skulu hava nakran møguleika, at vera við at kappast um heiðursmerkir.
Tá hetta so eydnast, ja, so síggja vit onnur, hvussu stór gleðin er eftir at hava vunnið, og at alt tað harða arbeiði man hevur verið ígjøgnum hevur verið til gagns. Samstundis vita tey eisini, at um hetta skal halda fram so eru tey noydd til at halda fram við hørðum og miðvísum venjingum um tað skal eydnast aftur næstu ferð.

LES EISINI  Nær eru vit nøgd?

Hetta er ikki so langt frá okkara andaligu støðu. Her er eisini venjing fyri neyðini um vit skulu koma á mál sum vinnari.


Guðs orð talar sera klárt um at bert tey, sum eru klár tá Jesus kemur aftur vera við. Bara tey sum eru í venjing kunna vit siga. Allar aðrar áskoðanir um, at tað gongur nokk eru beinleiðis svartaspilla í okkara umhvørvi.


Versið, sum eg havi valt til hesa grein er eitt av mongum, sum umtalar okkara andaligu venjing. Tað at biða er sera umráðandi fyri okkum sum menniskju. Bønin er okkara samtaluháttur við Jesus. Tað er í bønini at vit samskifta beinleiðis við okkara frelsara. Tað at biða er fyri meg tann mest umráðandi venjingin fyri ein kristnan.


Aðrar venjingar skulu eisini til. Tað at lesa Guðs orð, tað at koma har Guðs orð verður boða, altarborðið o.s.fr. Alt hetta skal til fyri at tú verður í venjing til at takað kampin upp og fullrenna skeiðið.

LES EISINI  Próvtøkur, verkfall og rættvísi


Og at venja er nakað, ið vit eru noydd at gera hvønn dag. Her er tað, at vit so mugu spyrja okkum sjálv; Hvussu nógv venji eg? Hví er tað so trupult at finna tíð til at venja tað andaliga í mun til tað likamliga? Dagliga hoyra vit um hvussu fólk fara til bæði eina og aðra venjing fyri at royna at gera okkurt við sína útsjónd ella at blíva likamliga betri fyri og alt gott um tað.


Tað at venja tað andaliga er bara nógv meiri umráðandi. Tí, meðan tað likamliga bert er til gleði meðan vit eru her á fold, so er okkara andaliga venjing okkum til gagns eisini eftir lívið á fold. Hetta er venjing, sum førir okkum sigrandi á mál, og heiðursmerki er eitt ævigt lív heima í himli – saman við Jesusi.
Hendan venjing ger at vit vera verandi í Kristi, og hann hevur lovað okkum at hann verður í okkum. Hann hevur lovað at um vit vilja kennast við hann her, so vil hann kennast við okkum fyri Guði.

LES EISINI  Lat stýrimannin føra skútuna!


Luther segði einaferð, at hann hevði so nógv at gera ein dag, at hann var noyddur at biða minst 4 tímar fyri at náa alt. Hann sá tað sum ein sjálvfylgja at hann var noyddur at leggja alt fram fyri Guð í bøn fyri at fáa tað frá hondini. Hann var noyddur at venja til dagsins avbjóðingar.

Latum okkum seta tíð av til dagliga at venja okkara andaliga støði, so at vit eru í bestu venjing altíð, og soleiðis eisini kunna vera klár tá Jesus kemur aftur.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina