Blái Krossur Føroyar

Árliga landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi útsett

Árliga landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi Føroya, ið eftir ætlan skuldi verða sunnukvøldið tann 27. mars, og sendast beinleiðis í Kringvarpi Føroya, verður útsett til seinni í heyst. Blái Krossur vil geva rúm og pall til at stuðla tí megnar hjálpararbeiðið, ið einstaklingar og neyðhjálparfeløg taka stig til, nú kríggj herjar í Ukraina.

Støðan í Ukraina er álvarsom, og neyðin gerst størri og størri fyri hvønn dag, ið fer. Blái Krossur Føroya vil við hesum seta sjóneykuna á stóra tørvin á neyðhjálp til Ukraina og londunum rundan um Ukraina. Tørvurin á heiligvági, mati, klæðum o.ø er stórur, og somuleiðis er stórur tørvur á fíggjarligum stuðli til neyðhjálpararbeiðið. Slagorðið til Landsinnsavnanina hjá Bláa Krossi Føroya í ár er “Tú kanst gera mun”, og júst nú er ein serstakur tørvur á at gera mun viðvíkjandi neyðhjálpini til Ukraina.

Árliga landsinnsavnanin hjá Bláa Krossi Føroya verður tískil flutt til leygarkvøldið 01. oktober. Talan verður um eina beinleiðis sending í Kringvarpi Føroya, har vit borðreiða við áhugaverdum samrøðum, innsløgum um virksemið hjá Bláa Krossi og sjálvandi eisini góðum tónleiki. Peningurin, ið koma inn, fara m.a. til fygibyrgjandi arbeiðið hjá Bláa Krossi millum børn, ung og familjur í Føroyum.

LES EISINI  Móttøka á Blákrossheiminum í dag

Hevur tú eitthvørt hugskot til landsinnsavnanina, so vilja vit fegin frætta frá tær. Send okkum títt hugskot umvegis teldupost til studla@blakross.fo. Nærri kunning verður løgd út á heimasíðu okkara, www.blakross.fo, umframt at tað verður kunnað um landsinnsavnanina í miðlunum, tá hon nærkast.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina