Blákrossfelagið á Glvyrum hátíðarheldur 40 ára dagin

Sunnudagin 20. januar verður Glyvra Blákrossfelag 40 ár. Í tí sambandi verður bjóðað til blákrossfest í Missións- og Ungdómshúsinum á Glyvrum kl. 17.00.

Svein í Prestgarði syngur og sigur frá lívi sínum.  Eisini luttekur streingjakórið. Andakt verður og hugleiðing um, tá felagið varð stovnað.

Okkurt gott verður til matna.

Aðalfundur verður kl .16.30.

Øll eru vælkomin, sigur Glyvra Blákrossfelag at enda.

LES EISINI  Endurnýtsluhandilin hjá Bláa krossi letur upp í dag
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina