Blátt Gras við nýggjari fløgu
Um vikuskiftið kemur bólkurin Blátt Gras við nýggjari fløguútgávu. Teir hava verið í USA í Crossroads studio, í North Carolina, og tikið upp. Har var eisini fyrra fløgan, Ávegis, sum kom út í 2014, tikin upp. Heitið á nýggju fløguni er Framvegis, og á henni eru 11 sangir.
Teir, ið manna bólkin Blátt Gras, eru Ragnar Joensen, Johan Mikkelsen, Terje Johannesen, Jarnhold Nattestad og Richard Johansen. Teir skriva sjálvir løg og tekstir.
Í samband við útgávuna vera hesar konsertir:
Fríggjakvøldið 2/11 í Frelsunarherinum í Vági klokkan 21.00
Leygarkvøldið 3/11 í Reinsarínum í Tórshavn klokkan 20.00
Fríggjakvøldið 9/11 í Libanon í Sørvági klokkan 21.00
Sunnukvøldið 11/11 í Kelduni í Skálafirði klokkan 20.00
Fløgan verður til keyps í sølustøðum kring landið og eisini á útgávukonsertunum.