Boðskapurin má koma frá hjarta til hjarta

– Tá ið eg varð uppringd um hetta starvið, tá hevði eg tríggjar mánaðir til at hugsa meg um í, tí eg helt, at eg var vorðin ov gomul til at taka eitt tílíkt starv á meg. Eg stóð við eina statión, sum sigur “Now or never”. Eg havi altíð brent fyri barnaarbeiði, so helt eg, at hetta var ein upplagdur møguleiki. Skal tað vera, so skal tað vera beint nú.

Marjan Nielsen hevur seinastu seks árini verið barna- og familjuráðgevi hjá Heimamissiónini. Í síni starvstíð hevur hon millum annað lagt dent á týdningin av at fáa útimissiónstankan til ein natúrligan part av barnaarbeiðinum.

Ov lítið fokus á útimissión

– Vit hava ov lítið fokus á útimissión, haldi eg. Eg haldi, at tú hoyrir lítið um útimissión í okkara missiónshúsum runt umkring. Sum Heimamissión hava vit ikki megnað, at fingið tann útimissiónsandan inn í fólkið. Tað hava vit ikki. Tá ið tú ert í einum útimissiónsarbeiði, so fært tú so nógvar aðrar vinklar inn, sum eru stimbrandi fyri tað lokala. Tí tú gevur ikki bara; tú fært minst líka nógv aftur. Tað eru teir vinklarnir, sum tú annars ikki kennir nakað til, til dømis øll neyðin í Miðeystri, neyðin í flóttafólkalegunum, hvat kunnu vit gera, og hvat verður gjørt? Tað hoyrir tú ikki so nógv um í tí almenna rúminum. So um vit ikki fáa tað frá hjarta til hjarta, so kemur tú ikki ordiliga í kontakt við tann partin.

– Tíðin hevur hetta meira sjálvsentreraða í dag, at vit sentrerast um okkara egna nalva. Vit hava so nógv brúk fyri at hyggja út og síggja, hvussu onnur hava tað, og hvussu gott vit hava tað. Tað síggja vit heldur ikki, bara við at hyggja at okkum sjálvum.

Les alla samrøðuna við Marjan í Trúboðanum, sum er komin út í dag.