Bókaummæli: Eitt er neyðugt
Hoyr hvat Krista Magnussen sigur um andaktsbókina Eitt er neyðugt, sum kom út í 2020.
Marna E. Jensen hevur týtt úr donskum. Hans Erik Nissen hevur skrivað andaktsbókina.
Bókin kann keypast á manna.fo fyri 250 kr.
Ætlanin við hesi andaktsbók er at boða einfaldan, greiðan og lívgevandi boðskap um Jesus. Fleiri av andaktunum vísa á tað eina, sum er neyðugt: Jesus – frelsaran fyri glataðar syndarar.
»Hans Erik Nissen skrivar, so tú gerst glaður fyri gleðiboðskapin. Andaktirnar hava frígerandi og umbroytandi megi í sær. Guds orðs megi. Hans Erik elskaði Jesus, og hann elskaði menniskju. Tú kennir teg elskaðan og møttan. Hetta eru orð til troyst, lív og vón. Bókin fær mítt allar besta viðmæli.«
Bergur Debes Joensen
»Tað er ein sonn gleði, at hendan perlan av eini andaktsbók nú er týdd til okkara móðurmál. Góð føðsla fyri sálina til ein dag í senn. Bókin er væl grundað á Guðs orð, miðsavnað um Jesus og gerning hansara fyri alla mannaættina. Dag eftir dag verða vit leidd ígjøgnum Skriftina eftir tí vegi, sum er einasti vegur til frelsu.«
Marjan Kass Nielsen
»Í hesi andaktsbók, sum vendir sær bæði til ung og eldri, ber Hans Erik tað fram, sum var lívsneyðugt fyri hann: gleðiboðskapin um Jesus Kristus. Sum fáur megnar hann at greiða frá okkara støðu uttan Jesus og at mála tann krossfesta og upprisna fyri eygum okkara; hetta ger hann á ein persónligan hátt.«
Atli Rasmussen
Heimamissiónsforlagið 2020
Prísur kr 250,00