Bókaummæli: Forfulgt i Iran
Ingrid Hansen ummælir bókina Forfulgt i Iran.
Bókin kostar 250 kr og kann keypast á Manna.fo. Trýst HER fyri at keypa bókina.
Maryam og Marziyeh vistu, at tær settu lívið í váða. Hóast islamisk lóg bannaði teimum at tosa við onnur um sína trúgv, eydnaðist tað teimum í gjøgnum trý ár at býta út 20.000 eintøk av Nýggja Testamenti í Iran. Tær stovnaðu tvær húskirkjur, har onnur var fyri skøkjur – hjá nógvum av kvinnunum var hjúnafelagin rýmdur, og tær høvdu ongan annan hátt at forsyrgja sær og børnum sínum enn við skøkjulevnaði. Mangar ferðir vóru Maryam og Marziyeh so nær við at verða tiknar og fongslaðar, at tær kendu tað sum eina guddómliga verju, at tær framvegis vóru fríar.
Men í 2009 varð liðugt: Tær báðar ungu kvinnurnar vórðu tiknar og settar í illa gitnað Evin-fongslið í Teheran, har píning og avrættingar eru gerandiskostur. Hóast tær vóru fyri ógvisligum avhoyringum, ágangi og hóttanum um deyðarevning, lótu tær báðar kvinnurnar ikki óttan vinna á sær, men gjørdu av at boða sína kristnu trúgv í fongslinum.
Í bókini greiða tær frá søguni um, hvussu Gud teir 259 dagarnar, tær sótu í fongslinum, brúkti tær til at lata ljós sítt skína í einum av heimsins myrkastu støðum, og geva vón til menniskju, sum høvdu mist alt.
Rithøvundar: Maryam Rostampour & Marziyeh Amirizadeh
útgevari: Open Doors Danmark og Føroyar 2021
Blaðsíður 282 – Prísur kr 250,00