Bókin ‘Dyb hvile og dynamisk liv’ – er aftur á goymslu
Bókin er skrivað av Jens Ole Christensen, sum var høvuðstalari á mannfólkavikuskiftinum í septembur 2024.
Bókin er ein gjøgnumgongd av Jesu fjallaprædiku.
Vit eru errin av, at júst okkara Harri segði hesi kendu orðini. Mong av teimum eru komin inn í mál okkara, bæði tað kirkjuliga og tað almenna, tí tey raka onkra nerv í okkum.
Og tí tey rúma myndum, sum seta seg fastar í minnið, so vit ongantíð gloyma tær. Ein kann bara hugsa um orðini um flísina í eyganum á bróður mínum og bjálkan í mínum egna. Vit síggja tað fyri okkum, og kenna okkum avdúkað.
Rithøvundur: Jens Ole Christensen
Forlag: LogosMedia
Útgivin: 2018
Blaðsíður: 197
Prísur: kr 200,00
Bókin fæst á manna.fo: Dyb hvile og dynamisk liv