Aftur til forsíðu

Bókin “Hví verja lív?” í hvørt hús

Bókin “Hví verja lív?” í hvørt hús

Um dagarnar fáa øll húsarhald í landinum bókina “Hví verja lív?” við postinum. Tað er felagsskapurin Føroya Pro Vita, sum hevur tikið stig til at týða bókina og senda hana í hvørt hús.

Í tíðindaskrivi sigur felagsskapurin, at hetta verður gjørt við tí fyri eyga at stimbra sakliga og faktuella umrøðu
av fosturtøku. Bókin er beinrakin og skjót at lesa, og hon gevur íblástur til betri samtalu millum fólk, sjálvstøðuga hugsan og endurskoðan av fatanum.

“Hví verja lív?” hevur kendi amerikanski rithøvundurin Randy Alcorn skrivað. Hann setur orð á stigmatiserað evni í samband við fosturtøku, kvinnuna, avleiðingar og loysnir. Rithøvundurin megnar hegnisliga og við nærlagni at lýsa og viðgera hesi stóru og eymu evni úr læknafrøðiligum, átrúnaðarligum, vísindaligum og heimspekiligum sjónarhornum.
Víðari sigur Pro Vita, at hóast bókin er skrivað við støði í øðrum samfelag enn tí føroyska, eru tvístøðurnar tær somu.

Eisini verður sagt: Ert tú fyri fríum vali, les bókina. Um tú ert fyri lívi, les bókina. Ert tú ivandi, les bókina.

Undanfarna grein

Fólkakirkjan fingið nýggja altarbók og handbók – og sálmabókin fæst nú sum ókeypis app

Les grein

Bíða eftir Gudi, eisini tá Gud hevur góða tíð

Les grein
Næsta grein
A+