Boko Haram kundi ikki knúsa trúnna á Gud

Tá Andrew prestur frá Guyaku í Nigeria sá tað skaðaverk Boko Haram hevði framt á sín bý, hevði hann aldri trúð, at tey kristnu aftur fóru av savnast til gudstænastu í hesum øki.

”Atsóknirnar vóru so mikið ógvisligar, at eg als ikki dugdi at ímynda mær, at vit nakrantíð aftur fóru at halda gudstænastu saman her,” greiðir hann frá um sínar tankar eftir álopið.

Í 2015 leyp Boko Haram á býin Guyaku, har allir íbúgvarnir eru kristnir. Saman við øllum øðrum flýddi Andrew frá álopinum. Tað síðsta, hann sá til býin, var ein røð av brennandi húsum.

”Eldurin gloypti øllum býnum. Vit runnu fyri lívinum, og vit søktu skjól í nøkrum fjallaholum,” sigur presturin Andrew.

Bað bøn
Úr sínum loyndarstaði bað Andrew eina bøn fyri sínum býi og tí kirkju, hann var leiðari fyri.

”Undir álopinum bað eg til Guds. Eg bað um, at Hann mátti styrkja trúgv teirra kristnu. Eg bað um, at tey máttu kunna halda fast um trúnna, hóast tey vórðu rænd og førd burtur,” sigur hann.

Mong av íbúgvunum frá býnum høvdu goymt seg í holunum, eins og presturin hevði. Tá tey vendu heim aftur, var tað til sjónina av einum býi, ið var lagdur í oyði, har roykurin valla hevði lagt seg heilt. Alt, Boko Haram ikki hevði tikið við sær, høvdu teir brent. Tá presturin sá hesa sjón trúði hann rætt og slætt ikki, at tey nakrantíð aftur skuldu halda gudstænastu í hesum býi.

Saman við øðrum leiðarum úr kirkjuni eggjaði presturin teim kristnu til at verða verandi og endurreisa býin og kirkjuna. Nøkur valdu at fylgja hesum tilmæli, onnur fluttu til grannabýir fyri at fáa tak yvir høvdið.

Býurin endurreistur
So við og við sum býurin varð bygdur upp aftur av nýggjum, vendu alsamt fleiri heim aftur, og tað gjørdist aftur møguligt at hugsa um gudstænastur.

”Eg tosaði við nakrar av limunum í kirkjuni, og vi savnaðu saman allar tær brendu sink-pláturnar, ið vit høvdu. Av teimum og nøkrum longum greinum smíðaðu vit ein einfaldan skrokkbygning, har vi kundu møtast til gudstænastu,” sigur Andrew prestur frá.

Við tínum Open Doors stuðli er býurin Guyaku komin aftur á beint.

”Aftaná álopið vóru Open Doors teir fyrstu, ið komu við stuðli til hvøja einstaka familju. Tit góvu okkum dirvi og viðgerð fyri sálarligu løstir okkara,” sigur Andrew takksamur frá. “Hjarta mítt er fult av gleði. Um nakað størri orð var til enn orðið takk, so hevði eg nýtt tað her.”

Í dag møtast fleiri kristin til gudstænastu í Guyaku enn áðrenn álopið, og Andrew prestur letur ikki ótta og stúran fyri nýggjum álopum grugga og fylla lívið.

”Komi, hvat ið koma má. Eg vendi ikki við, tí eg veit, hvat bíðar mær,” staðfestir hann.

Álopið á Guyaku í 2015 er langt frá einastandandi. Yvirgangsbólkurin Boko Haram og militantir Fulaniharkalið leypa við jøvnum millumbili á kristnar býir. Fleiri kristin í Nigeria enn nakað annað stað í heiminum verða dripin fyri sína trúgv.
Kelda: Open Doors

Biðið fyri Nigeria

  • Biðið um, at Boko Haram má kunna síggja Gud gjøgnum vilja teirra kristnu at venda aftur til lívið.
  • Biðið um, at kristin kunnu fáa tað sálar- og kreppuhjálp, teimum tørvar.
  • Biðið um, at kristnir býir kunnu uppliva somu endurreisn og Guyaku.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina