Bólkar fyri øll í aldrinum 9-35 ár, við rúsbundum foreldrum

Tíðindaskriv Tá ein í familjuni hevur trupulleikar við rúsdrekka ella rúsevnum, ávirkar tað alla familjuna – bæði tann, sum rúsar seg, makan og børnini. Gransking vísir, at familjur ávirkaðar av rústrupulleikanum hjá einum foreldri ofta eru eyðmerktar av avnoktan, avbyrging, manglandi sosialum stuðli og einum avmarkaðum rúmi fyri kensluligum úttrykkum. Trivnaðurin í familjum, har foreldur eru rúsbundin, er tí ofta neiliga ávirkaður av hesum. Tey, sum hava rúsbundin foreldur, kunnu tí fáa gagn av, at hitta onnur í somu støðu sum tey.

Í heyst skipar Títt Rúm fyri bólkum til børn, ung og vaksin, sum hava, ella hava havt rúsbundin foreldur. Tilboðið er ókeypis og er ætlað øllum í aldrinum 9-35 ár. Bólkarnir hittast aðruhvørja viku og verða deildir upp eftir aldri. Bólkarnir hjá Títt Rúm hava verið í fleiri ár – fyrst undir navninum “Øll hava rætt til góð barnaár”, og síðan august 2021 undir navninum Títt Rúm. Seinasta hálvár vóru 7 bólkar við yvir 45 luttakarum tilsamans.

Bólkarnir eru skipaðir við virksemi, ið tekur støði í einstaklininum og bólkinum sum heild. Tað er fyrst og fremst við samtalu, men eisini við ymiskum kreativum arbeiðsháttum , sum við tekningum, uppgávum, yrkingum, spølum, filmum og øðrum. Dentur verður lagdur á at skapa eitt rúm við umsorgan, virðing, viðurkenning og trivnaði, har luttakararnir kenna seg á jøvnum føti og tryggan at seta orð á. Við serkønari hjálp og vegleiðing kunnu luttakararnir í bólkinum trygt tosa við onnur, sum skilja teirra støðu.

Seinasta freist at tekna seg til ein bólk er mikudagin 7. september 2022. Meira kann lesast um bólkarnar á heimasíðuni hjá Títt Rúm – www.tittrum.fo.