“Bøn og fransbreyð” – royndartiltak í Meinigheitshúsinum í Havn

Síðani 13. oktober í fjør hevur Meinigheitshúsið í Havn skipað fyri einum løttum tiltaki leygarmorgnar, sum hevur fingið heitið “bøn og fransbreyð”. Endamálið er í tveimum: At koma saman sosialt og andligt. Heri Kjærbo, stýrisformaður, er annar teirra, sum standa fyri tiltakinum.

– Ístaðin fyri at eta morgunmat heima, møtast vit øll í meinigheitini, sum hava hug, at eta morgunmat saman. Hetta er fyrri hálvi tímin av tiltakinum, og seinni hálvi tímin er ein bønarløta. Eitt gott høvi at tosa saman og við Gud, greiðir Heri frá.

Í løtuni møta millum 15 og 25 fólk hvørja ferð, og tiltakið er í kjallaranum í Meinigheitshúsinum, har køkurin eisini er.

– Vit hava valt at hava tiltakið triðja hvønn leygarmorgun kl. 10, og ein tíma seinni er tað liðugt. Hetta er eitt nýtt tiltak – tú kanst kalla tað eitt innanhýsis trivnaðartiltak, sum vit hava roynt í eina tíð, fyri at vita um vit raka inn í ein tørv í meinigheitini, sigur Heri, sum leggur afturat, at tiltakið verður aftur í morgin.

LES EISINI  Eg eri (næstan) gud 
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina