Bønakall úr týskum moskum
Allar tær 35 moskurnar í týska býnum Köln hava fingið loyvi at kalla til bøn um hátalararnar fimm minuttir hvønn fríggjadag, sambært eini avtalu millum býarstýrið og muslimska samfelagið.
Bønakallið fríggjadagar fær loyvi til at vara í mesta lagi fimm minuttir og skal fara fram millum klokkan 12.00 og 15.00. Avtalan fær gildi í fyribils tvey ár, skrivar AP. Loyvið snýr seg um virðing, greiðir borgarstjórin frá.
“Bønakallið kemur at hoyrast saman við klokkunum í dómkirkjuni í Köln – ið er størsta gotiska kirkja í Norðurevropa – sum ljóðini, ið verða hoyrd, tá tú kemur til høvuðsjarnbreytarstøðina,” boðar borgarstjórin, Henriette Reker frá á Twitter. Tað er kortini ikki bert talan um eitt kall til bøn, men eitt “allahu akbar”, sum fyri nógvar muslimar er eitt kall til jihad, ljóða atfinningarsamar røddir.
Udfordringen av Bodil Lanting