Bønhoyrdur á tveymans sjúkrastovu
Nú almeninngurin fær at vita, at H-bygningurin á Landsjúkrahúsinum verður tikin í nýtslu, verður sagt, at har koma sjúklingarnir at hava einastovur. Tað hevur óivað bæði sínar fyrimunir og vansar. Orð, sum einsemi, eru nevnd sum ein avbjóðing, samstundis sum tað verður friðaligari. Eg skal ikki gera meg klókan hesum viðvíkjandi. Kortini hevur hendan umtalan fingið eitt minni fram úr goymsluni. Eg endurgevi tað her, so væl eg minnist tað.
Johan Hansen, ættaður úr Kollafirði og fyrrverandi trúboðari hjá donsku Heimamissiónini, talaði av og á í Tabor á Toftum, tá hann var og vitjaði í Føroyum.
Einaferð segði Johan frá eini uppliving, sum Adrian Johansen, trúboðari, hevði greitt honum frá. Adrian var ættaður av Strondum, og var, eins og Johan, trúboðari hjá donsku Heimamissiónini.
Adrian gjørdist brádliga sjúkur. Ja, so sjúkur, at hann var fluttur í skundi á sjúkrahús við sjúkrabili. Hann var kannaður væl og virðiliga av læknum, men teir funnu einki álvarsamt. Læknarnir vildu eisini kanna hann dagin eftir, og tí var Adrian verandi á sjúkrahúsinum. Har fekk hann sjúkrastovu saman við manni, hann ikki kendi.
Einsamallir inni á stovuni komu teir í prát. Maðurin hevði stóran tørv á at práta og kom skjótt at siga Adriani frá lívssøgu og lívsstøðu síni. Maðurin segði, at hann hevði siglt nógv og hevði livað eitt hart lív, og at hann nú var álvarsliga sjúkur. Síðani greiddi hann Adriani frá, at hann hevði lisið kristiligar bøkur, millum aðrar bøkur, sum Adrian Johansen hevði skrivað. Tær høvdu talað til hansara, og nú hann var blivin álvarsliga sjúkur og lagdur avsíðis á sjúkrahúsið, ynskti hann at hitta Adrian Johansen. Ja, satt at siga, so hevði hann ligið í sjúkrasongini og biðið Gud um at kunna hitta Adrian – um tað var gjørligt.
Adrian lurtaði áhugaður eftir manninum, uttan at siga hvør hann var. Síðani spurdi hann mannin, hví hann ynskti at hitta Adrian? – So hevði eg kunnað spurt hann meiri um tann Jesus, frelsarin og syndara vin, sum hann skrivar um í bókum sínum!
Tá hugdi Adrian vinarliga uppá mannin og segði: – Eg eri Adrian Johansen. Hevur tú tørv á at tosað við meg um Jesus, so eri eg her í stovu saman við tær! Adrian fekk hjálpt hesum deyðasjúka manni til livandi trúgv á Jesus, syndara vin og frelsara.
Undrandi kunnu vit spyrja: Var tað bønin hjá manninum, sum gjørdi, at Adrian í skundi var fluttur á sjúkrahúsið? Var tað tveymanssjúkrastovan, sum førdi til samrøðuna um Jesus? Gud veit svarið.
Jesaja skrivar í kap. 55.8-9: “Tí at hugsanir mínar eru ikki hugsanir tykkara og vegir tykkara ikki vegir mínir, sigur Harrin; nei, sum himin er hægri enn jørðin, soleiðis eru vegir mínir hægri enn vegir tykkara og hugsanir mínar hægri enn hugsanir tykkara.“
Torleif Johannesen