Eitt ár við kós ímóti framtíðini

Illveðrið fyrrapart kundi lættliga havt darvað uppmøtingini til Ársmøtið leygardagin, men so var ikki. Tá fólk byrjaðu at koma inn í Leguhúsið í Nesvík merktist beinanvegin familjukenda huglagið, tá Guds fólk kemur saman. 

Lógvatøk, klemm og smíl vóru deild. Og beinanvegin merktist gleðin av at koma saman sum rørsla.

Og hóast vind og regn var uppmøtingin góð. Meira enn vit hava sæð í fleiri ár.

Tvær frásagnir – ein kós

Bæði formaðurin, Heri Kjærbo, og aðalskrivarin, Jákup Brúsá tóku støði í tí sama: Strategi 2030, ið varð løgd fram til ársmøtið í fjør.

Nakað av tí, sum vakti áhuga, var at báðar frásagnirnar tóku um hendan, har strategi-framløgan slepti í fjør: Hvat er hent? Hvar eru vit nú? Og hvat liggur fyri framman komandi árið?

Heri Kjærbo legði dent á, at arbeiðið ikki er tilvildarligt ella spjatt. Tað er ein greið kós: at styrkja einleikan, felagsskapin og samleikan í rørsluni. Tað var greitt, at hann sær eina rørslu, sum stendur “meira samlað enn fyri fáum árum síðan”

Í arbeiðsfrágreiðingini tók Jákup Brúsá um endan á strategiska arbeiðinum síðan í fjør: Hvat settu vit okkum fyri? Hvat er hent? Hvat verður næsta stig? – Tað gjørdi hansara gjøgnumgongd ítøkiliga og lætta at fylgja.

Tað var ikki ein listi yvir aktivitetir – tað var ein støðumynd av strategiskari framgongd.

Hetta sást á fólki: lítil nikk, stuttar notatir, stillar samrøður í kaffisteðginum: “Tað er gott at síggja, at strategiin verður tikin í álvara.”

Strategisku innsatsøkini hjá Kirkjuligu Heimamissiónini komandi árini.

Nøkur av høvuðspunktunum í frásøgnunum 

Nógv kom fram í teimum báðum frásagnunum. Her vilja vit bert nevna nøkur fá høvuðspunktir:

1. Arbeiðið millum børn og ung heldur fram at vaksa

Tað er greitt, at bæði barna- og ungdómsarbeiðið er í framgongd. Tað vekir stóra gleði.

Í fjør vóru um 1700 børn og ung á okkara legum. Og tá tilmeldingin til summarlegurnar lat upp tveir tímar áðrenn ársmøtið, vóru allar barnalegurnar í Nesvík fullteknaðar uppá bert 30 minuttir.

Aðalskrivarin greiddi í hesum sambandi frá, at í summar verða heili 3 legur aðrastaðni enn í Nesvík. Fyri at nøkta vaksandi tørvinum verður nemliga sum nakað nýtt eisini ein summarlega í Dali á Sandoynni. Og so eru eisini, sum tað hevur verið í nógv ár, summarlegur á Giljanesi og í Porkeri. So tað er framvegis møguleiki at koma á barnalegu í summar.

Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, legði fram arbeiðsfrágreiðing um arbeiðið seinasta árið.

Til allar legurnar er eisini ein hópur av sjálvbodnum hjálparfólki.

”Til summarlegurnar í fjør vóru áleið 300 leiðarar og hjálparfólk. Uttan teirra hjálp bar hetta arbeiðið ikki”, segði Jákup Brusá, ið gleddist yvir, at so mong aftur og aftur brúka sína tíð og evnir í tænastuni.

Nøkur onnur ting nevnd frá barna- og ungdómsarbeiðinum síðsta árið:

  • Nýtt ungdómsarbeiði byrjað á Sandi í fjør – og ein vøkstur í ungum til ungdómsmøtir kring landið
  • Spírar gjørdist nýggjur partur av okkara barnaarbeiði á nýggjárinum
  • Tvær nýggjar føroyskar barnabøkur útgivnar í heyst
  • Ungdómsvolontørur settur í heyst – og tveir ungdómsvolontørar sendir til Íslands á nýggjárinum
  • HMU Podcast koyrt støðugt síðan í heyst – røkkur út til ung á netinum við vitnisburðum og bíbilskum evnum
  • Leiðaraskeið fyri ungdómsleiðarar trý kvøld í heyst
  • Leiðararáðstevna fyri sunnudagsskúla- og juniorleiðarar í september
  • KUMPAS bíbliulesiætlan til ung kemur út tvær ferðir árliga

2. Lutherski arvurin

Eitt av týðuligastu tyngdarpunktunum í formansfrágreiðingini var denturin á lutherska arvin. Mitt í øllum tí praktiska arbeiðinum, mongu átøkunum og stóra innsatsinum, steðgaði hann á við tað, ið ber alla rørsluna: tann lutherski samleikin.

Hann gjørdi greitt, at “lutherski arvurin og læran er okkara felags samleiki.”

Og hann helt áfram við teimum trimum setningunum, sum ígjøgnum øldir hava borið lutherska gudfrøði: 

“Trúgvin eina. Náðin eina. Kristus eina.”

Heri legði dent á, at komandi ár ikki bert snýr seg um organisatión, bygnað og strategisk mál –– men um at styrkja andaliga grundarlagið, ið ger okkkum til eina rørslu og ikki bert eitt apparat.

Hann knýtti tað eisini til tvey ting, sum øll rørslan byggir sítt arbeiði á:

“Bøn og Bíblia hoyra saman. Paulus bað Gud um at lata upp einar dyr fyri orðinum.”

Fyri Hera var hetta ein áminning um tað kall, vit hava: Um vit vilja náa børn, ung, familjur og samfelagið –– so skulu orðið og náðimiðlarnir (dópur og breyðbróting) standa í miðdeplinum. Tað skal ikki bara vera eitt leiktjald í baksýni, men miðdepilin í tí, vit gera.

3. Felagsskapur, sum verður styrktur í verki 

Sum eitt framhald av hesum peikaði Heri eisini á gleðina við tveimum átøkum, sum síðsta árið hava samlað menniskju tvørtur um landið um júst Bíbliuna og bøn.

SAMAN í bøn heldur fram sum eitt fast, afturvendandi tiltak fýra ferðir árliga, og SAMAN um Bíbliuna hevur fyrsta hálvár 2026 verið hildið fýra ferðir við góðari uppmøting.

Hann nevndi hesi tvey átøk sum dømir um, hvussu lutherski arvurin ikki bert er eitt gudfrøðiligt fundament, men nakað vit skulu liva út í verki. Afturvendandi kvøldini um Orðið og bønina eruv ið til at styrkja felagsskapin, óanisæð hvaðan úr landinum ein kemur, og hava verið ein týðandi partur av arbeiðinum seinasta árið.

Vit liva nú í eini heystingartíð, har mong uppliva tørvin á at finna trúgv og samleika. Hóast árið hevur havt nýggjar starvssetanir við sær, og hóast sjálvboðin hava gjørt ein fyrimyndarligan innsats í øllum krókum av rørsluni, er tørvur á fleiri.

At enda til arbeiðsfrágreiðingina tók Jákup tí samanum við orðunum úr Mattheus 9:

“Akurskurðurin er stórur, og arbeiðsmennirnir eru fáir… Biðið tí Harran senda út arbeiðsfólk.”

Ein og hvør innheysting byrjar í bøn til hann, sum leystur grøðina vaksa – ikki minst um at Gud vil kalla og senda røttu arbeiðsfólkini til tað arbeiðið, ið liggur fyri framman komandi árið.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina