Bønhúsið fær nýggjan kjallara

Bønhúsið í Søldafirði sær ikki út sum eitt “bønhús” fyri tíðina, um hugt verður inn í kjallaran. Og tó, so verður húsið nýtt sum bønhús, tí ovara hæddin er órørd og í fínasta standi.
Trúboðin hevur hitt Hans Erik Hansen, sum er formaður fyri Bønhúsið, og spurt hann, hvat teir gera við húsið?- Síðani í januar hava vit verið í holt við at víðka um kjallaran, sum er innrættaður í fleiri stigum. Tað fyrra varð gjørt fyri meiri enn fjøruti árum síðani og tað seinna fyri umleið tretivu árum síðani. Kjallarin hevur altíð verið ov lágur, og so var heldur ikki grivið út undir øllum húsinum. Nú er so allur kjallarin grivin út, og harafturat er hann brekkaður og sprongdur niðureftir, so hæddin í nýggja kjallaranum verður 2,5 metrar, sum er almenna kravið fyri tílík hølir, sigur Hans Erik.

Størri enn ætlað

– Ætlanin er vorðin størri enn hon upprunaliga var, tí tá ætlaðu vit bara at grava út niðaneftir í sunnara enda, har køkurin var. Men so hvørt sum menn fóru at brekka, fingu teir hug at gera meiri, og tí fáa vit nú ein heilt nýggjan og rúmligan kjallara, sum kemur at betra um umstøðurnar hjá arbeiðinum í  Bønhúsinum, sigur hann. 

LES EISINI  Vóna at taka kjallaran í brúk aftur seinni í ár

– Tað er ein gamal dreymur at fáa betri umstøður í kjallaranum. Endaliga tekningin er ikki gjørd enn, men ætlanin er at hava vesir, køk og trappu millum hæddirnar og so ein góðan og rúmligan sal.
Sjómanskvinnuringurin er tann arbeiðsgreinin, sum hevur nýtt kjallaran mest og tað koma tær eisini framyvir. Síðani arbeiðið byrjaði hava tær ikki verið húsvillar, tí tær hava savnast í ymiskum heimum og í Barnagarðinum. Tá kjallarin verður liðugur kunnu eisini onnur tiltøk vera har, so sum sangløtur, cafekvøld, fundir – møguleikarnir eru nógvir,-sigur hann.

Sjálvboðin arbeiða

– Fyrsta byggistig er at fáa alt grivið út, drena fyri vatn og vesirør og annað lagt í gólvið, og so stoypa gólvið og veggir upp til verandi veggir. Alt arbeiðið er gjørt av sjálvbodnum, so tað er frálíkt og tøkk skulu tey hava fyri tað. Vit hava bara goldið eina lítla upphædd fyri leigu av onkrum amboðum. Eingin tíðarætlan er ásett fyri nær alt skal verða liðugt, so vit taka tað sum tað kemur, og serliga tí alt verður gjørt av sjálvbodnum. Heldur eingin liðug fíggjarætlan er løgd fyri arbeiðið, tí vit vita ikki heilt enn hvussu nógv vit gera í senn, men vit fylgja kortini við útreiðslum og inntøkum, og higartil er alt goldið, sigur Hans Erik Hansen.

LES EISINI  Vóna at taka kjallaran í brúk aftur seinni í ár
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina