Borgfríð sang á Skála

Borgfríð Fonsdal Johannesen sang til ungdómsmøti á Skála tá missiónsvika var har.
Ljóðteknikarnir vóru so beinasamir at upptaka sangirnar og hesar hava vit nú fingið loyvi at luta víðari til tykkum á Trúboðanum.

Fyrsti sangurin hevur heitið ”So mangt er mær dult.” Tað er Øssur Berghamar ið hevur skrivað tekst og lag til inniligu og hjartaligu bønina til Guds.
Hin sangurin eitur ”My Portion”. Mark Barlow hevur gjørt sang og tekst.

Borgfríð spælir sjálv klaver.

So mangt er mær dult á tí fullkomna vegi

So mangt er mær dult

So mangt er mær dult á tí fullkomna vegi,
sum tú hevur leitt meg inn á.
So mangan eg kenni, at lítil er megi,
og illa eg leiðina sá.
Men frelsari kæri, hvar enn ið eg fari,
frá tær tó eg flýggja kann ei,
og orð títt so mangan mær gjørdist tann varði,
sum lýsti mær aftur á leið.

Tað hendir so mangt, ið eg illa kann skilja,
og ivin meg køvir viðhvørt.
Eg fái ei eyga á veg tín og vilja,
alt tykist eitt loyndarmál stórt.
Tó veit eg, mín faðir, at hvat enn meg ræðir,
tú ongantíð hevur mær slept.
Tú ert har, væl vitandi um alt, ið bagir
og hevur við blóði meg keypt.

Eg kenni tað stundum so torført at biðja,
tá mangt her á fold fer í sor.
Sum trilvandi hond mín at tær seg man styðja,
so hjálparleys tykjast mær orð.
Men tøkk eg tær beri, tú lovaður veri,
tí støðugt tú skilligt mær gert,
at kraftin, mær heldur, er ei tað eg eri,
men alt tað, ið tú, Harri, ert.

Men dagur skal koma, tá ið eg skal skilja
so mangt, ið eg her skilji ei.
Tá tú ikki longur skalt fyri mær dylja,
hví torfør so mangan var leið.
Har ævig er gleði – mær birtast við megi
skal ljósið, ið fjalt mangan var.
Jú, hondin mær helt á tí fullkomna vegi,
sum trygt meg til himmalin bar.

Orð & lag: Øssur Berghamar

My Portion

My Portion

Am I so easily distracted again?
Or am I a slave to things that don’t, matte-e-e-er, oh-oh-oh?
Am I so easily distracted again?
Or am I a slave to things that don’t, matte-e-e-er, oh-oh-oh?

But I know that
You are my portion, You are my portion
When I lay down my life
You’re my portion, You’re my portion

Oh-oh-oh-oh-oh
Oh-oh
Oh-oh

I’ll never doubt Your smile
Or turn from the love you’ve shown me, oh-oh-oh-oh
I’ll never doubt Your smile, Father
Or turn from the love You’ve shown me, oh-oh-oh-oh

Oh-oh-oh-ohoh-oh
Oh-oh-oh
Oh-oh-oh

You are my portion, You’re my portion
When I lay down my life
You’re my portion, You’re my portion
You are my portion
When I lay down my life
You’re my portion

Your eyes are on fire
I can’t look away
Your eyes are on fire
I can’t look away
Your eyes are on fire
I can’t look awa-a-ay
Your eyes are on fire
I can’t look away
Your eyes are on fi-i-ire
I can’t look awa-a-ay
Your eyes are on fire
I can’t look away

‘Cause I know that You are my portion, You’re my portion
When I lay down my life
You’re my portion, You’re my portion

Orð & lag: Mark Barlow

LES EISINI  Asbjørn Handeland vitjar missiónsvikuna á Strondum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina