Børkop bíbliuskúlin á vitjan í Føroyum

Børkop Højskole er ein Indre Missions bíbliuskúli, sum nógv ung fara á hvørt hálva ár, og er hann sera væl dámdur. Í ár er holdið sera stórt og telur umleið 70 næmingar.

Týsdagin 6. oktober lendu yvir 65 næmingar frá Børkop Højskole í Vágunum. Næmingarnir skuldu upprunaliga vera í Ísrael í 10 dagar, men orsaka av koronu sluppu tey ikki til Ísraels, og avgjørdu at koma til Føroyar í staðin.

Næmingarnir, sum byrjaðu á skúlanum í august mánaða hava fyri tað mesta verið avbyrgd á skúlanum, tí um bert ein bleiv sjúkur, vóru tey óivað øll send heim. Næmingarnir búgva í Leguhúsinum í Nesvík meðan tey eru í Føroyum.

Ætlanin er, at tey skulu hava eitt møtið í Nesvík fríggjakvøldið, sum Trúboðin fer at senda beinleiðis.

LES EISINI  Páskir á Børkop
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina