Børn í kreppu – ella vaksin?

Jútta Gunnarsdóttir Reynslág

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Vit hoyra javnan, at børn og ung meira og meira hava tað trupult. Tey hava barnagarðs- ella skúlaaftran, gerast innisæl, kenna seg ikki strekkja til, kenna seg einsamallan og meira afturat. Ikki bara í Føroyum hoyra vit um hesi fyribrigdini, ið hava rakt okkara komandi ættarlið, tey sum skulu liva víðari í hesum heimi og tryggja framtíðina. Nei, nógvastaðni í londunum rundan um okkum er hetta ein vaksandi stúran. Tað er syrgiligt at hoyra um. Afturat tí stúrir man fyri, at tað skal raka eins egnu.

Tá man arbeiðir við børnum og menniskjum sum heild, so hittir man nógvar ymsar persónligheitir. Man sær nógvar ymiskar støður og hoyrir um diagnosur av bókstavum í nærum øllum bókstavaraðnum. Diagnosur verða settar, sum eg ongantíð havi hoyrt um og ikki eingang veit, hvat tað er, ella hvat tað ger við hesi menniskjuni, ið eru rakt av teimum. Viðhvørt hevur man hug til at spyrja, um øll hesi fyribrigdini absolut mugu fáa eitt heiti. Er tað lættari at liva í gerandisdegnum hjá tí menniskjanum, ið líður undir tí ávísa trupulleikanum? Ella er tað bara lættari, serliga fyri tey vaksnu, at rættvísgera nøkur viðurskifti við at fáa eitt heiti/diagnosu á atburðin hjá sínum barni?

Allarhelst eru fleiri faktorar, ið gera seg galdandi! Tað verður sagt, at maturin, vit eta, ger síni árin á okkum. Evnafrøðilig evni í ymiskum vørum, vit nýta, ávirka eisini. Vit hava so nógv ótrúliga snild ting, sum eru so hent at hava – hesi gera seg eisini galdandi, tá tað snýr seg um ósunna ávirkan á okkara likam. Allíkavæl brúka vit tey, og ikki minst lata vit okkara børn brúka tey. Vit trýsta næstan børnini við í onkran ítrótt ella ítriv, har tey skulu avrika, og somuleiðis er tað við skúlagongdini.

LES EISINI  Vilja samansjóða familjur: Strandingar bjóða hvør øðrum til døgurða

Men eg ivist í, um alt hetta evnafrøðiliga, plastikkið og maturin eru høvuðsorsøkin til so stóran mistrivnað og neilig árin á sálarligu heilsuna hjá hesum ungu menniskjunum. 

Hygg bara at byggilistini í dag! Hvør einasti bygningur, ið verður bygdur, er gjøgnumskygdur! Hvør veggur er av glasi! Tú mást hava útsýni úteftir. Men tú mást so sanniliga eisini hava ljós innanífrá og stór opin rúm. Hvør nýggjur skúli í landinum skal hava glasveggir, so øll kunnu síggja inn og út. Hvussu skulu næmingarnir kunna hugsavna seg um skúla, tá teir síggja hvønn Hanus og Janus, ið gongur framvið? Vit tosa um næmingar, ið hava órógv… er tað løgið? Teir eru tvungnir at fylgja við í øllum, sum flytur seg. Í bankanum er hvørt rúm av glasi. Fari eg at tosa við mín bankaráðgeva, so skal eg inn í eitt glasrúm, har kámt, klárt klistur er fyri ein triðing av rútunum. Hví skulu øll síggja, at eg tosi við mín bankaráðgeva? Eg las stutt síðan um eitt danskt tíðindafólk, ið vitjaði í Føroyum beint undan jólum. Hendan segði, at tað ikki eingang var privat á vesikummuni á gistingarhúsinum, tí har var bert ein hálvur glasveggur fyri. Einki privatlív er nakrastaðni! Í skúlanum eitur tað, at tað má vera sjónligt glas til skúlastovurnar av trygdarávum. Men brendu fleiri børn inni í skúlum fyrr, hóast tað bert vóru vanlig vindeygu úteftir? Neyvan. Í ítróttinum skal glas vera rundan um hølini. Øll skulu síggja teg íðka. Flest allar venjingarmiðstøðir hava maskinurnar beint framman fyri vindeyganum. Eg orki ikki fyri tí, og tað ger, at eg illa tími at brúka eina slíka. Alt skal vera so flott og ljóst allastaðni í tí almenna. Men ikki eingang á vesinum fær man verið í frið. Hvussu skulu hesi ungu menniskjuni og vit øll trívast, tá vit eru til framsýning allastaðni? Og vit fáa ikki frið at hugsavna okkum nakrastaðni! 

LES EISINI  Online sunnudagsskúli úr KFUM&K í Klaksvík

Og er tað nakað, okkara børn og ung hava tørv á í dag, so er tað at hava frið til at hugsavna seg. Familjumynstrið er broytt so ótrúliga nógv seinastu árini. Familjur omaná familjur verða upploystar, tí foreldur fara frá hvør øðrum. Børnini verða rykt upp við rót, tí alt familjulívið brotnar. Lívið, sum var, er ikki meira. Í næstan øllum brotnum familjum, eru tað børnini, ið skulu fartast aftur og fram millum foreldrini. Tey síggja kanska annan partin sjáldan, ella tey mugu skifta heim hvørja viku. Sorgin um jólini, føðingardagarnar og feriurnar uttan annað foreldrið er so ómetaliga stór. Afturat tí skulu tey fyrihalda seg til eina nýggja ”gávufamilju”. Hetta skapar ein ótryggleika og rótloysi hjá tí unga. Foreldrini royna kanska at gera tað gott aftur og bøta um við øllum møguligum materiellum lyftum og gávum. Men tað, sum børnini veruliga hungra eftir, er eitt trygt og støðugt heim við báðum foreldrum rundan um seg í tí dagliga.

LES EISINI  Online sunnudagsskúli við Elisabeth Gaard kl. 14.00

Í mínum arbeiði við børnum síggi eg hetta so ofta. Børnini hava tað trupult á nógvar mátar, trívast illa og hava ilt í búkinum. Man kemur við alskyns frágreiðingum og diagnosum, men trupulleikin er rætt og slætt eitt barn í kreppu um sína brotnu familju. Nógv kundi eftir mínum tykki verið øðrvísi, um familjulívið varð raðfest. Onkursvegna tykist tað so lætt bara at fara úr parlagnum í staðin fyri at arbeiða við tí. Eg kann onkuntíð undrast á frágreiðingar, eg hoyri, tá fólk velja ta loysnina. Og tann stóri taparin í øllum, er barnið. Líka mikið hvønn aldur tað hevur. Vaksin fólk hava fortalt mær, at teirra foreldur fóru frá hvørjum øðrum, tá hesi vóru vaksin og høvdu fingið sítt egna heim og familju. Men hetta var akkurát líka trupult at taka, vóru tey ung børn. Sorgin var eins stór, tí familjan var upployst!

Nei, eg eri ikki sannførd um, at okkara ungu hava so nógvar bókstavir, angist og tunglyndi bara soleiðis anno 2023. Samfelagsmynstrið og familjan eru broytt ræðandi nógv. Og tað eru nokk vit vaksnu, ið sjálvi hava størstu ábyrgdina av tí!

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina