Felags sunnudagsskúli í Leirvík endaði við vatnkríggi
Sunnudagin 18. august skipaðu Leirvíkar Missiónshús og Hebron fyri felags sunnudagsskúla í skúlanum í Leirvík. Hetta tiltak hevur verið ein afturvendandi siður í fleiri ár, og hesa ferð var einki undantak, tá umleið 160 fólk møttu upp til ein hugnaligan dag saman.
Dagurin byrjaði við bíbliusøgu og felagssangi, og eftir hetta var uttandura postarenning fyri børnini. Tá ið postarenningin var av, var høvi at fáa sær okkurt gott til matna. Bæði pylsubreyð, muffins og kaffi varð bjóðað, og tað varð væl móttikið.
Tiltakið endaði á spennandi hátt við einum vatnkríggi, sum øll tóku lut í. Tað var ein væleydnaður dagur, fullur av gleði, samveru og góðum løtum.