Eru børn øðrvísi í dag?

Greinin í neðra er skrivað av sálarfrøðinginum, Valentina Derito og hon hevur støði í einum donskum umhvørvi og samanhangi og kann tí ikki beinleiðis nýtast at siga nakað um okkara heimligu viðurskifti. Kortini verða spurningar reistir, og rák í tíðini verða nevnd, ið kunnu geva ábendingar til onnur og í øðrum samanhangum eisini.

Latum okkum taka ábyrgdina sum umsorganarpersónur í álvara í staðin fyri at kasta handklæðið í ringin og senda børnini inn í diagnostisku skipanina, skrivar sálarfrøðingur.

Áðrenn vit leita okkum eftir sálarsjúkuligum, neurologiskum og kensluligum sjúkum hjá børnum okkara, og áðrenn vit stempla tey fyri lívið við eini sálarsjúkuligari sjúkugreining(diagnosu) áttu vit at kanna eftir, um umsorganargevarnir – t.e. familja, dagstovnur og skúlin – geva børnunum tað, teimum tørvar, og sum skapa trivnað og menning fyri børnini.

Eg starvist sum sálarfrøðingur og familjuviðgeri i kommunalu skipanini Pædagogisk psykologisk rådgivning(PPR). Eg eri sálarfrøðingurin á skúlanum, ið verður myndlýstur í bókini, “Lille frø” eftir Jakob Martin Strid, hon, sum Froskapápin og Froskamamman  venda sær til fyri at fáa skil á, hví Lítli froskur er so herviligur.

Foreldur, skúlar og dagstovnar venda sær til mín, tá eitt barn sýnir eina atferð, ið ikki hóskar inn í teir karmar, foreldur, skúlar ella dagstovnar vænta.

Nikolaj til dømis (Er ikki rætta navnið á dronginum) er 4 ára gamal og verður lýstur sum ófriðaligur, óregluligur, stýrdur av knappligum innskotum og afturúr í síni menning, bæði málsliga, sosialt og kensluliga. Tey vaksnu um Nikolaj eru stúrin um menningina og trivnaðin hjá Nikolaj. Lýsing teirra er merkt av sálarligum orðalagi: uppmerksemisórógv, menningarórógv, atferðarvanskil og annað. Tey vaksnu um Nikolaj ynskja tí at fáa eitt tilmæli til sálarsjúkufrøðina(psykiatri). Tað eri eg, foreldur, lærarar og námsfrøðingar venda sær til, tá tey ynskja at ávísa børnini til sálarfrøðiligu og neurologisku frágreiðingina. Avgerðin er tikin!

Vit diagnostisera og medisinera okkara børn fyri at fjala yvir egnar manglar.
Sálarfrøðingur

Alt meðan børn við vantandi kørmum og manglandi strukturi, skyldum, avbjóðingum og umsorgan í einum oftani ovbyrjaðum gerandisdegi vaksa upp sum kensluliga og atferðarliga óskipað børn, ið ofta vísa tekin upp á strongd, hvat gera vit vaksnu tá? Vit kasta handklæðið í ringin, tí vit ikki vita, hvussu vit skulu vera og hvussu vit bera okkum at yvirfyri atferð barnsins. So um eitt barn vísir seg at vera øðrvísi, enn tað, ið stendur í “handbókini”; um barnið ikki uppførir seg, sum vit vænta; um vit vaksnu kenna okkum ónøktandi ella sum hálvvánalig foreldur og eru í eini støðu av máttloysi og kenna kanska eisini skomm, iðran og skuld; ja, so vísa vit á diagnostisku skipanina. Skeivleikin liggur í tí, at vit halda, at tað, vit sum umsorgannargevarar ikki kunnu stýra og hava eftirlit við, ja, tað kunnu vit diagnostisera og eisini viðhvørt medicinera okkum út av.

Tí síggja vit eisini alt oftari diagnosir sum adhd í okkara tíð. Ein ógvusligur vøkstur í styttingum og spjaldrum, ið ikki kunnu fjala yvir námsfrøðiliga mangulin. Tað er týðuligt, at yvirfyri einum barni, ið hevur ein atburð, ið er trupul at handfara, velja dagstovnar, skúlar og familjur diagnosuna staðin fyri at royna at handfara støðuna við námsfrøðini. Hava vit veruliga tørv á, at børn verða diagnostiserað fyri at fáa røttu hjálpina? Um eitt barn fyrr vísti tekin upp á likamligan ófrið í flokkinum, so varð hann sendur til fótbolt ella hon til ballett fyri at nýta orkuna øðrvísi. Í dag verður eitt slíkt barn við tað sama sent til ein sálarsjúkralækna fyri børn.
Valentina Derito, sálarfrøðingur

At umhugsa
Sjúkugreining(diagnostisering) av børnum og ungum er økt ógvusligt hesi seinastu 20 árini, og nógv børn, sum, tá vit sjálvi vóru børn, høvdu verið roknað sum larmandi, lívlig ella ein Emil úr Lønnebergi, fáa nú eitt spjaldur á seg. Diagnostiska handbókin kann ikki fara skeiv. Vit krossa jú av teir puntarnar, ið lúka treytirnar fyri eina sjúku. Men hvør hevur skrivað hesar handbøkur? Hvat sigur hagfrøðin? Økta diagnostiseringin av børnum í Danmark fylgir mynstrinum í grannalondunum, sum vit vanliga sammeta okkum við, og so átti tað at verið í lagi? Kanska áttu vit heldur at sæð samanhangin og rópt varskó. Um námsfrøðin ikki veður nýtt, so gerst lættari at lýsa børn sum sjúk og býta námsfrøðina um við sálarsjúkufrøðina.

Tann heilt serligi heimurin hjá børnunum er kringsettur av diagnostisku fyrimyndini um frávik frá tí vanliga. Hugflog, mótvilji, originalitetur, gáloysni, ósemjur eru ikki ávaringarklokkur ella tekin um sjúku, men kanska heldur partur, ið eyðkennir lyndi barnsins, og sum vit vaksnu eisini hava livað í. Kanska høvdu vit kunnað funnið fleiri “Lítla froskar” vaksið til at vera kend listafólk, um vit bert tordu at lata børn vera børn.
Kristelig Dagblad. Valentina Derito er Sálarfrøðingur

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina