Børnini eru nútíðin og framtíðin

Trúboðin

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Ein amerikonsk kvinna, ið nevnist Darlene Schacht, hevur einaferð sagt hesi orð: “Um vit ikki læra børn okkara, hvør Gud er, so fer onkur annar at læra tey alt tað, ið hann ikki er.” Hesi orð eru beinrakin. Tað er ikki sjálvsagt, at uppvaksandi og komandi ættarlið læra at kenna hin eina sanna Gud og tann, sum hann sendi, Jesus Kristus, heimsins frelsara.

Týdningurin, av at læra børn okkara livandi boðskapin um Jesus, er kanska meira aktuellur enn nakrantíð áður. Tíðin, vit liva í, krevur nógv av okkum. Nógv skal náast uppá stutta tíð, samstundis sum tíðarandin leggur upp til, at sannleikin er broytiligur. Ein sannleiki í dag, annar í morgin. Bíblian lærir okkum hinvegin, at Jesus er vegurin, sannleikin og lívið.

Uppgávan hjá foreldrum, ommum og abbum, langommum og langabbum er stór og týdningarmikil – áhaldandi og við góðum treysti at bera gleðiskapin víðari. Ja, bæði í orði og verki. Sær tað uppvaksandi ættarliðið, at trúgvin hevur persónligan og avgerandi týdning í lívi okkara?

Heimamissiónin hevur síðani byrjan lagt stóran dent á sunnudagsskúlaarbeiði. Seinni eru barnalegur, juniorarbeiði og ungdómsarbeiði komin afturat. Hvønn sunnudag  gera sunnudagsskúlalærarar á bygd og í bý eitt megnar boðanararbeiði. Og hvørt summar verða legur hildnar við tí endamáli at bera børnum og ungum boðskapin um Jesus.

Leguhúsið í Nesvík hevur síðani fyrst í 1990-unum verið karmur um eitt fjøltáttað barna- og ungdómsvirksemi. Vit eru tykkum øllum takksom fyri allar gávur, ið givnar eru síðani, bæði í tíð og peningi. Nú er so avgjørt at betra um umstøðurnar í Nesvík við nýggjari høll og kømrum. Í næstum verður farið undir eitt landsumfatandi innsavningartiltak til frama fyri útbyggingina. Okkara vón er, at verkætlanin skal vera  til gleði og gagns fyri børn og ung og øll onnur, ið brúka Leguhúsið. Vónandi taka vit øll lógvatak saman fyri at stuðla útbyggingini peningaliga.

Børnini eru bæði framtíðin og nútíðin. Skapt í Guds mynd, skapt at hoyra honum til. Lat okkum ongantíð gloyma týdningin av at bera teimum gleðiboðskapin í orði og verki.