Bróðurringurin á Havinum ársstevnu í Skopun 7.-8. september
Aftur í ár hevur Bróðurringurin á Havinum stevnu, hesaferð í Missiónshúsinum í Skopun. Stevnan verður leygardagin 7. og sunnudagin 8. september.
Skráin er henda:
Leygardagin 7. september
Kl. 15:00: Limafundur við dagsskrá sambært lóg felagsins.
Kristian Hentze, Skopun, innleiðir.
Kl. 18:00: Bønarmøti
Kl. 19:00: Alment møti.
John Åen, Strandby í Danmark, talar, og Regin Drangberg endar.
Sangkórið á Argjum syngur.
Sunnudagin 8. september
Kl. 12:00: Gudstænasta í Skopunar kirkju
Havstein Klein, sóknarprestur, prædikar.
Kl. 18:00: Alment møti
John Åen, Strandby í Danmark talar. Menn í Sandoynni syngja.
Á stevnuni verður møguleiki at tekna seg sum lim í Bróðurringinum á Havinum.
Tann, ið ynskir at gerast limur, er vælkomin til limafundin leygardagin klokkan 15.
Stýrið fyri Bróðurringin á Havinum