Bróðurringurin á Havinum hevur stevnu
Bróðurringurin á Havinum hevur sína árligu stevnu í Missiónshúsinum í Porkeri leygardagin 7. Septembur og sunnudagin 8. septembur 2024 við hesi dagsskrá:
Leygardagin 7. sept.
Kl.15:00: Limafundur í Missiónshúsinum í Porkeri. Dagsskrá sambært lóg felagsins.
Kl.18:00. Bønarmøti.
Kl.19:00. Alment møti. Sigmund Andreasen, Vágur, talar. Jógvan Højgaard, Tvøroyri endar. Streingjakórið í Porkeri luttekur við spæli og sangi.
Sunnudagin 8. sept.
Kl.12:00 Guðstænasta í Porkeris Kirkju við Patrick Conway de Neergaard presti. Kórið “ orðið á borðið” luttekur við spæli og sangi.
Kl.18:00 Alment møti. Jóhan Karl Djurhuus, Selatræð talar. Sumbiarkórið luttekur við spæli og sangi.
Á stevnuni verður møguleiki fyri at tekna seg sum lim í Bróðurringinum á Havinum.
Tann, ið ynskir at gerast limur, er vælkomin til limafundin leygardagin kl.15.
Stýrið fyri Bróðurringin á Havinum.