Býttu ábyrgd og uppgávur á páskastevnuni

– Tá vit soleiðis hava eitt møti á hvørjum staði, kennast arbeiðið og ábyrgdin lættari, tí hon er býtt út á fleiri herðar. Tað gevur meiri “luft” til familjurnar, sigur Olga Magnussen.

Í ár valdu stýrini fyri missiónshúsini á Glyvrum, Rituvík og Toftum, eins og í fjør, at hava felags páskastevnu, sum skifti millum øll trý missiónshúsini. Royndirnar frá í fjør vóru so mikið góðar, at tey valdu sama leist aftur í ár. Sostatt var møti langafríggjadag í Rituvík, páskadag á Toftum og annan páskadag á Glyvrum.

Undirritaði hevur hitt Olgu Magnusen, sum er í stýrinum fyri missiónshúsið á Glyvrum.

Er hetta eitt gott hugskot?

– Ja, tað haldi eg, tað upplivdi eg, og eg haldi mong við mær. Tá ið vit skifta millum bygdirnar, skifta vit eisini um ábyrgdina, og tað er gott. Vit hava trý góð, stór missiónshús, so hetta er eitt gott høvi at vitja hvønn annan, og tað gjørdu fólk, sigur Olga.

LES EISINI  Ungdómspáskastevna í Havn við gestum úr Suðurafrika

– Hevði tað ikki verið lættari at havt møtini á einum staði?
– Jú, okkurt hevði verið lættari, meðan annað hevði kravt meiri arbeiði. Í stórum høllum sleppa nógv fólk inn, og har er óiva lættari at koma hjá teimum, sum vanliga ikki koma til møtir í missiónshúsunum. Samstundis fegnast fólk um, at teirra hús verður nýtt á páskastevnuni, og at fólk úr grannabygdunum vitja hvønn annan, sigur hon.

Hvussu var uppmøtingin?
– Hon var góð. Tað var fult hús til øll møtini í  teimum trimum húsunum. Kórini í økinum sungu, og fólk vitnaðu um Jesus.  

Fólk eru upptikin um páskirnar, tí tey flestu hava familju, skulu í kirkju og so á møti. Tá vit soleiðis hava eitt møti á hvørjum staði, kennist arbeiðið og ábyrgdin lættari, tí hon er býtt út á fleiri herðar. Tað gevur meiri “luft” til familjurnar, sigur Olga.

Orð: Torleif Johannesen

Páskamøti á Glyvrum.
Taborkórið.
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina