Café og árasøla í Meinigheitshúsinum í Vági í kvøld

Meinigheitshúsið í Vági hevur fingið stórar ábøtur seinastu tíðina. Tí verður í kvøld, 15. november, skipað fyri café og árasølu til frama fyri Meinigheitshúsið.

– Húsið er klætt uttan, vindeygu og hurðar eru skift, og húsið er bjálvað. Eisini er nýtt gólv lagt á, og nakrar hurðar inni eru eisini skiftar, sigur Annika Vilhelm, sum er limur í stýrinum fyri Meinigheitshúsið.

Árasøla er eitt slag av lutaseðlasølu, har ein hevur møguleika at vinna fimm vinningar hvørja ferð. Á café-tiltakinum fer Bergur Gudmundsen at syngja og spæla gittara, umframt at unga Ásgerð Stenberg Olsen luttekur. Café’in byrjar klokkan 19.00, og peningurin, ið kemur inn fer til Meinigheitshúsið.

LES EISINI  Nú byrja missiónsvikurnar 
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina