Dámar væl at vera partur av Podas

-Mær dámar væl at vera partur av kvøldbíbliuskúlanum Podas. Eg havi tikið Podas 1 og taki nú Podas 2. Tað er sum at vera til ein góðan bíbliutíma hvørja viku, og tað er bæði stimbrandi og hugaligt. Tað sigur Magnhild Olsen í Rituvík.

-Vit savnast í Missiónshúsinum í Rituvík hvørt mikukvøld kl.19.30 – 21.30, har vit fáa góða undirvísing í ymiskum evnum. Eg havi ikki nakað ávíst evni, sum mær dámar best at hoyra um. Kortini upplivi eg, at nøkur evnir eru meira viðkomandi fyri meg enn onnur. Til dømis, dámdi mær sera væl evnið um at vera mannafiskari í orði og verki, sigur hon.

-Hóast eg eri 74 ára gomul og elsti luttakari, so kenni eg meg væl í flokkinum. Vit eru 13 næmingar. Vit koma úr ymiskum bygdum og hava tað gott saman. Vit skiftast um at gera drekka og at hava okkurt etandi afturvið, sigur hon.

-Eg vil viðmæla øllum at koma við í Podas. Vit lesa í Bíbliuni, og fáa eisini bøkur og greinar at lesa millum undirvísingarnar. Fólk kunnu saktans vera við til undirvísingina, hóast tey ikki megna at lesa alt beinanvegin. Eg lesi ikki nógv, men royni at lurta og hugsavna meg, tá undurvíst verður. Harafturat fáa vit eisini onkra uppgávu, sum er mennandi og partur av skúlanum, sigur Magnhild Olsen.

LES EISINI  Tekningarfreistin til PODAS longd nakrar dagar

Uppá fyrispurning um hon ætlar at taka Podas 3 eisini, sigur hon, at tað fer tíðin at vísa.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina