Danmark: 16 av 17 limum í etiska ráðnum eru ímóti aktivari deyðshjálp

16 út av 17 ráðslimum viðmæla eitt totalt forboð ímóti deyðshjálp í Danmark. Hjálp til at doyggja kann vera rætta valið fyri nøkur fá, men kann skaða alt ov nógv onnur, sigur Leif Vestergaard, formaður í etiska ráðnum í Danmark.

Skulu menniskju, sum hava eitt ynski um at doyggja, fáa loyvi til tað? Hetta hevur ta avleiðing, at onnur í líknandi støðu eisini skulu fyrihalda seg til, um tey vilja doyggja. Valið kann í sær sjálvur vera ein byrða, og nøkur vilja møguliga velja deyðan uttan at hava eitt veruligt ynski um tað.

Ella skal man halda fast í einum forboði ímóti aktivari deyðshjálp við tí avleiðing, at nøkur mugu liva við teirra líðing?

Bæði sjónarmið geva meining, sigur formaður í Etiska Ráðnum í Danmark, Leif Vestergaard, sum tó sjálvur veit, hvar hann stendur í hesum málinum. Hann er ein av teimum 16 limunum út av 17, sum viðmæla, at man í Danmark heldur fast við eitt forboð ímóti deyðshjálp.

LES EISINI  ALS-sjúklingur kendi seg kroystan til at beina fyri sær sjálvum

Ráðið skrivar soleiðis í eini útmelding:

“Allir limir viðurkenna, at tað fyri nøkur vilja vera umstøður, har ynski um at framskunda sín egna deyða og ynski um at hjálpa einum øðrum menniskja inn í deyðan, vil vera skilligt. Við hesum í huga heldur meirlutin av limunum tað tó ikki bera til at gera eina lóggávu, sum vil hava ein ráðiligan virknað samstundis sum hon tekur atlit til tey veikastu í samfelagnum.”

Hetta er fjórðu ferð seinastu 30 árini, at Etiska Ráðið í Danmark úttalar seg um eina møguliga lógfesting av deyðshjálp, og viðmæli nú er sum áður.

  • Í 1996 viðmældu 16 av 17 limum eitt fullkomið forboð
  • Í 2003 var ráðið einmælt ímóti deyðshjálp
  • Í 2012 var ein meirluti á 15 av 17 limum ímóti deyðshjálp

Í Føroyum hevur málið ikki verið viðgjørt, men formaður í Etiska Ráðnum, Bergur Debes Joensen, sigur í samrøðu við KVF um málið, at vit eiga at hjálpa teimum, sum líða.

LES EISINI  Alt fleiri danskir studentaskúlar seta í gildi forboð at savnast til átrúnaðarligar fundir. Brot á Grundlógina sambært serfrøðingi

– Í staðin fyri at óttast deyðan, eru vit farin at stúra fyri lívinum. Vit eiga heldur at hyggja at, hvussu vit hjálpa teimum, sum líða, sigur Bergur Debes Joensen.

Aktiv deyðshjálp í øðrum londum

Í núverandi útmelding hevur ráðið serliga hugt eftir ymsum modellum fyri deyðshjálp, sum verða brúkt í ávikavist Hollandi og deilstatinum Oregon í USA.

Í Hollandi eru bæði aktiv deyðshjálp og hjálp til sjálvmorð loyvd, og har eru eingin krøv um, at patienturin skal vera í seinasta stigi av lívshóttandi sjúku. Hetta kann tí umfata eitt nú menniskju við avlamni, sálarsjúku ella demens.

Í deilstatinum Oregon í USA er lóggávan avmarkað til hjálp til sjálvmorð og bert fyri persónar, sum væntast at doyggja innan 6 mánaðir. Har verða hagtøl førd fyri orsøkir, sum persónar geva til hví tey ynskja hjálp til sjálvmorð: 47% svaraðu í fjør: “byrða fyri avvarðandi/umsorganarpersónar”. Persónarnir kundu geva fleiri enn eina orsøk.

Leif Vestergaard, formaður í etiska ráðnum í Danmark, stuðlar ikki hesum modellinum

LES EISINI  Eg eri (næstan) gud 

– Her heima eru stórir møguleikar fyri at betra linnandi viðgerðina til doyggjandi menniskju og harafturat fyri, at læknar gerast betri til at steðga vónleysari viðger. Hesum eiga vit fyrst at arbeiða fyri, sigur Leif Vestergaard.

Kelda: Kristeligt Dagblad

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina