Hægstirættur staðfesti dómin

Tað kostar 60 daga fongsulsrevsing fyri ein pensjóneraðan lækna at ráðgeva um sjálvmorð. Revsingin er treytað.

Mánadagin staðfesti Hægstirættur í Danmark ein dóm í landsrættinum upp á 60 daga treytaða fongsulsrevsing til læknan Svend Lings. Hann er dømdur fyri at hjálpa til tvey sjálvmorð og eina sjálvmorðsroynd.

Treytaði dómurin merkir, at Svend Lings ikki skal inn at sita dómin, uttan so at hann fremur nýggj líknandi brotsverk. Og tað kann væl henda.

– Hægstirættur hevur talað. Og soleiðis er tað, danska lógin skal skiljast. Men tað kann eg ikki liva við. Nú fari eg aftur í holt við mítt ráðgevingararbeiði, lógligt ella ikki, segði Svend Lings eftir dómin.

Svend Lings varð meldaður til løgregluna í 2017, eftir at hann hevði luttikið í eini sending á Radio 24/7. Hann luttók í hesi sending sum limur í felagsskapinum ‘Læknar fyri virknari deyðshjálp’. Hann greiddi millum annað frá, at hann hevði hjálpt fleiri enn 10 sjúklingum til at doyggja.

LES EISINI  Danmark: 16 av 17 limum í etiska ráðnum eru ímóti aktivari deyðshjálp

Hann varð ákærdur í trimum málum. Í tveimum var talan um sjálvmorð, og í triðja málinum var talan um sjálvmorðsroynd.

Í Býarrættinum í Keypmannahavn varð hann fríkendur í einum av málunum, men varð í januar dømdur sekur í øllum trimum málunum í Eystara landsrætti. Og tað er hesin dómurin, sum nú er staðfestur í Hægstarætti.

 

Kelda: Kristeligt Dagblad

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina