Tá ið menniskjað spælir gud

Í seinastuni hevur verið nógv kjakast um ta sokallaðu ‘queer-hugmyndafrøðina’. Tað er hugskotið um, at menniskjans kyn er margfalt, og at ein kynsliga fyrst og fremst er tað, sum ein sjálvur kennir seg at vera. Um tú kennir teg sum eina kvinnu, so ert tú ein kvinna, hóast tú hevur mannlig kynsgøgn. Stutt sagt: Kyn er ein menniskjalig konstruktión.

Á botnlinjuni í hesum roknskapi stendur: Menniskjað skapar sjálvt veruleikan. Tað er ongin Gud omanfyri okkum, sum frá byrjan hevur sett okkum inn í ein ávísan veruleika. Menniskjað er sín egni gudur.

Nú skal eg skriva um eitt annað mál, har sama linja stendur niðast í roknskapinum – virkin deyðshjálp. Har stendur somuleiðis: Menniskjað er sín egni gudur. Menniskjað er harri yvir sínum egna lívi.

Bæði hesi málini umframt fleiri onnur, sum til dømis fosturtøka, snúgva seg um einki minni enn, hvussu okkara mentan og siðmenning skulu yvirliva.

Átroðkandi etiskt mál

Virkin deyðshjálp verður uttan iva eitt av teimum mest átroðkandi málunum tey komandi árini. Tað er longu nú sera nógv frammi. Tað nýggjasta er lini dómurin, sum læknin Svend Lings fekk. Hann hevði á heimasíðu síni eina nágreiniliga frágreiðing um, hvussu ein kann taka seg sjálvan av døgum.

410 læknar luttóku herfyri í eini kanning, sum Kristeligt Dagblad gjørdi. Kanningin vísti, at stórur meiriluti av læknunum, nevniliga 82 prosent, eru samdir við til dømis Læknafelagnum, sum er ímóti at loyva virknari deyðshjálp og hjálp til sjálvmorð. Bara 18 prosent eru ósamd.

Tað er júst tað øvuta, tá tað snýr seg um danska fólkið. Fleiri kanningar vísa, at tað er næstan líka so greiður meiriluti fyri virknari deyðshjálp millum danir.

Lisa Maria Bang, leiðandi yvirlækni á sjúkrahúsinum í Holbæk, sigur, at undirtøkan fyri virknari deyðshjálp hongur saman við, at meirilutin av teimum spurdu eru frískir persónar, sum ikki kunnu hugsa sær lívið sum gamal og sjúkur.

Men sambært Lisu Mariu Bang broytist áskoðanin hjá fólki, tá tey gerast sjúk og hjálparleys.

“Tað fer at vera ein glíðibreyt, um vit loyva virknari deyðshjálp. Tað er ikki týdningarleyst, at virkin deyðshjálp ikki er ein møguleiki.

Summir sjúklingar hugsa, at teir eru ein byrða fyri tey avvarðandi, og tað er ein skylda sum menniskja ikki at vera ein byrða hjá øðrum. Samstundis vita vit, at nógvir krabbasjúklingar fáa tunglyndi, sum eisini kann fremja ynski um virkna deyðshjálp”.

Yvirlæknin Michael Sprehn á Odense Universitetshospitali heldur, at undirtøkan fyri virknari deyðshjálp millum danir kemst av, at nútímans menniskju hava alsamt størri ynski um at hava tamarhald á sínum lívi: “Svarini í mongum av hesum kanningunum vísa, at fólk koma við skjótum svarum, uttan at vita um møguleikarnar fyri pínulinnandi heilivági. Nú á døgum, tá øll ynskja frælsisrættindi í størsta mun, so er virkin deypshjálp nakað, sum vit sjálvandi skulu hava. Tað er ein natúrligur partur av tí menniskjanum, sum vil stýra øllum og hava eftirlit við øllum”.

LES EISINI  ALS-sjúklingur kendi seg kroystan til at beina fyri sær sjálvum

Tann nógva viðgerðin í miðlunum førir við sær eina hugfarsliga fatan av virknari deyðshjálp og eina vantandi vitan um møguleikarnar fyri pínulinna. Tað er frágreiðingin uppá, hví læknarnir siga nei, og fólkið sigur ja.

Tvær orsøkir

Høvuðsgrundgevingarnar fyri virknari deyðshjálp eru tvær:

  1. Menniskjans rættur til at ráða yvir sær sjálvum og harvið rætturin til sjálvur at gera av, nær lívið skal enda.
  2. Lívið hjá summum menniskjum er so fult av líðing, at tað er betri fyri tey at doyggja.

Hugtakið “virðiligur deyði” er vorðið eitt vælsmakkandi orð fyri virknari deyðshjálp. Og hetta er sum oftast tann besta grundgevingin, tí fólk, sum eru ímóti virknari deyðshjálp, verða mett sum kensluleys, ómenniskjalig og gamalsliga moralsk.

Báðar grundgevingarnar kunnu svarast á einum kristiligum støði og einum almenniskjaligum støði. Tað seinna er sera avgerandi, um ein vil koma sær fram í samfelagskjakinum. Tí fari eg at brúka meginpartin av greinini til grundgevingar á tí almenniskjaliga støðinum, og at enda skoyti eg nøkur kristin sjónarmið uppí. Men eg leggi dent á, at tær almenniskjaligu grundgevingarnar so sanniliga eisini eru ein partur av teimum kristiligu grundgevingunum.

Fyri tað fyrsta: Menniskjan eigur at hava frían vilja yvir lívi sínum, verður sagt.

Men valið er als ikki so frítt, sum tað ljóðar. Hvussu kann eitt menniskja, sum er neyðstatt, óttafult og vónleyst, og sum kanska frammanundan kennir seg til avlops, taka eina slíka avgerð?

Tey avvarðandi verða eisini rakt av møguleikanum fyri virknari deyðshjálp. Tað fer heilt víst at skapa eitt meira kensluleyst huglag. Ella sum Ole Hartling nevnir tað: ein “eutanasi-mentalitet”. Um virkin deyðshjálp verður loyvd í Danmark, fer tað sambært Ole Hartling at føra til eina ógvisliga mentanarbroyting. “Tað fer at føra til eina mentan, har ein drepur, tá menniskjur ikki vera hildin at vera egnað til at liva. Tað er at skapa eitt brutalt menniskjasýni og setir spurnartekin við mannavirðið”.

LES EISINI  Danmark: 16 av 17 limum í etiska ráðnum eru ímóti aktivari deyðshjálp

Lisbeth Arbøl, sjúkrasystir á einum hospice, hevur sagt, at ein við virknari deyðshjálp ikki bara tekur lívið frá einum menniskja likamliga, men ein frátekur eisini tí menniskjanum møguleikan fyri tí ríkandi menning sum, løgið nokk, kann henda, tá eitt menniskja fer ígjøgnum líðing, pínu ella kreppu, sjálvandi stuðlað av sínum næstu. Og tey avvarðandi missa eisini ta ríkandi menning, sum kann vera í at fara ígjøgnum líðing saman við tí líðandi.

Við at hopa undan mótvegis pínu og líðing við virknari deyðshjálp, gera vit í veruleikanum eitt trífalt dráp. Vit drepa tað fysiska lívið, vit drepa teir lívs- og vakstrarmøguleikar, sum tann doyggjandi kundi havt fingið, og vit drepa lívsmøguleikarnar og viðurkenningarnar hjá teimum avvarðandi gjøgnum tilgongdina.

“Vit skulu øll taka okkum saman og geva hvør øðrum tíð og umsorgan gjøgnum alt lívið, eisini tá tað er trupult og troyttandi, og deyðin nærkast. Svarið er virkin lívshjálp til tað seinasta. Tá lívið og deyðin pína í yvirførdum týdningi, skulu vit vera hjá hvør øðrum – ikki drepa”, sigur Lisbeth Arbøl.

Stórur ókunnleiki

Og so til hina høvuðsgrundgevingina fyri virknari deyðshjálp, tað at lívið hjá summum menniskjum er so fult av líðing, at tað er betri fyri tey at doyggja – at geva teimum ein sokallaðan “virðiligan deyða”. Tíverri ræður stórur ókunnleiki her.

Tí vit hava eina støðu í dag, har pínulinnan kann gerast sera neyvt og etiskt ráðiligt, soleiðis at ein kann doyggja so at siga uttan pínu. Og tað er langt frá tí mynd, sum annars ofta verður teknað av nógvari pínu í samband við ávís sløg av deyða.

Tey mongu mótstøðufólkini móti virknari deyðshjálp, millum annað læknar, vísa aftur og aftur á, at her er løgið nokk stórur ókunnleiki. Her er tørvur á upplýsing!

LES EISINI  Ynski hjá lívstíðarfanga um at gera sjálvmorð skapar kjak í Sveis

Tað hevur eisini týdning, at tað verður tosað nágreiniliga um hugtøkini ‘virkin’ og ‘óvirkin deyðshjálp’.

Við virknari deyðshjálp gevur ein tilætlað sjúklinginum heilivág við tí greiða endamáli, at deyðin kemur innan stutta tíð. Hinvegin er óvirkin deyðshjálp tað, at ein, fyri at linna pínu, andaneyð, ótta og ófrið, gevur heilivág í slíkum mongdum, at ein er greiður yvir, at tað í summum førum kann framskunda deyðan nakrar tímar ella dagar. Men endamálið er at linna – ikki at drepa. Og tað merkir, at hugtakið óvirkin deyðshjálp er misvísandi.

Í staðin fyri virkna deyðshjálp eiga vit at geva tí doyggjandi virkna lívshjálp, hjálp til at liva lívið fult út, sjálvt tá ið deyðin nærkast.

Eitt kristið sjónarmið

Og síðani bara nakrir tankar við einum serligum kristnum sjónarmiði. Gud hevur givið okkum lívið og er tann einasti, sum hevur rætt til at taka tað aftur, tá hann vil.

Tí er tað skeivt, at vit seta okkum sum dómarar yvir lívi og deyða og gera av, hvørji lív eru “góð”, og harvið hava rætt til at vera her, og hvørji vit eiga at gera enda á. Menniskjur skulu ikki spæla gud.

Og harafturat: Gud kann skapa meining í líðingini. Gud sjálvur leið – við djúpari meining. Okkara líðing kann setast í samband við Guds líðing á krossinum. Ynskið um eitt lív uttan líðing og ein deyða uttan líðing, er í veruleikanum longsulin aftur í Paradís. Men tá ið vit við egnari hjálp vilja skapa Paradis á jørðini, verður tað altíð helviti.

Sum kristin trúgva vit ikki, at deyðin er endaligur. Tí er deyðin heldur ikki tað ringasta, vit hava. Deyðin er hóast alt bara eitt skifti. Deyðin er í grundini ikki ein sorgarleikur.

Ella sagt eitt sindur nágreiniligari: Vit hava sum kristin eitt dupult samband við deyðan. Hann er tann seinasti fíggindin. Og hann er ein vinningur.

 

Henrik Højlund, sóknarprestur, skrivaði greinina í Impuls nr. 23/2018.
Torfinn Jacobsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina