Tað, vit skulu prædika í 2025 (4) – Fyrigeving
Í hesi fjórðu og seinastu greinini um evni, sum eg meti, vit eiga at raðfesta at tosa um í 2025, vil eg venda mær til evnið fyrigeving. Hví brúka tíð upp á hetta evnið? Hetta tykist jú vera eitt av teimum, vit longu tosa nógv um. Men júst tí er tað týdningarmikið at fáa greiðu á, hvat fyrigeving veruliga merkir, og hví hon hevur so stóran týdning.
Fyrst av øllum tykist tað, sum at heimurin manglar fyrigeving. Á sosialu miðlunum eru nógvir dómarar klárir at koma við hvøssum og dømandi viðmerkingum til alt, ið hendir. Men eg minnist ongantíð at hava sæð nakran skrivað: “Tað er fyrigivið!”
Haraftrat er tað, sum um tað er vorðið longri millum tey, ið kenna ein tørv á at fáa fyrigeving – bæði frá Gudi og menniskjum. Hetta kemst fyrst og fremst av, at fólk hava torført við at síggja sína egnu synd. Men vit kunnu ikki tosa um fyrigeving uttan at tosa um synd. Hesi bæði eru treytir fyri hvørjum øðrum. Fyrigeving er bert viðkomandi, tá synd er til staðar. Tann, sum ikki heldur seg hava gjørt nakað skeivt, sær ongan tørv á fyrigeving.
Tað, vit skulu prædika í 2025
Hetta eru evni, sum eg haldi eiga at fáa ein týdningarmiklan sess í tí andaligu samrøðuni millum menniskju í komandi tíð.
Nýggj fatan av, hvat synd er
Hetta førir meg til eina av størstu avbjóðingunum, sum fyrigevingin stendur frammanfyri í okkara tíð: Fatanin av synd er broytt!
Sum eg skrivaði í fyrstu greinini í hesi røðini, leita nógv í dag eftir sannleikanum inni í sær sjálvum. Hetta ger, at teirra moralsku og etisku sjónarmið í stóran mun verða ásett av teirra egnu kenslum. Um man kennir, at man hevur gjørt tað rætta og verið trúgvur móti sínum innaru virðum, verður tað trupult at fáa eyga á nakað, ið krevur fyrigeving.
Fólk meta nú síni orð, tankar og gerðir upp ímóti eini sjálvskaptari fatan av, hvat er satt og rætt. Skuldi tað hent, at man hevur brotið síni egnu virðir, so má man viðganga, at man hevur syndað. Hetta kann merkja, at man hevur syndað móti einum øðrum menniskja, men fyrst og fremst hevur man syndað móti sær sjálvum, tí man hevur brotið sínar egnu lógir. Har vit fyrr søgdu, at man skuldi søkja fyrigeving frá Gudi og menniskjum, skal man nú í slíkum føri fyrst og fremst søkja fyrigeving frá sær sjálvum.
Við hesum er Gud tikin burtur úr líkningini. Tá ið vit ikki viðurkenna hansara lóg, verður hann óviðkomandi. Men hetta merkir ikki, at menniskju púra einsamøll mynda síni virðir. Tey kunnu skapa ein felagsskap við einum lítlum ella stórum bólki av líkasinnaðum. Hetta kann vera ein vinarskari ella ein Facebook-bólkur, sum saman setir felags virðir fyri allan bólkin. Her kann tað henda, at eitt brot móti virðunum hjá bólkinum verður fatað sum ein synd móti bólkinum. Hetta kann skjótt føra til, at syndarin verður útihýstur úr felagsskapinum.
Synd kann sostatt framvegis snúgva seg um brot móti felagsskapinum, men fyrst og fremst verður hon fatað sum eitt brot móti einum sjálvum. Tað hevur við sær, at tað at liva í samsvari við sínar kenslur og samleika vigar hægri enn at fylgja yvirskipaðum moralskum standardum. Hetta kann føra til, at synd ikki longur verður fatað sum nakað, ið vit eiga at halda okkum frá. Hon verður ístaðin gjørd til eina ósemju innan í okkum, sum vit helst kunnu læra at liva við.
Fyrigevingin hoyrir Gudi til
Tá fyrigeving er vorðin ein vøra, vit mangla, er ikki nóg mikið at geva øðrum skyldina. Tað eru tvær síður av málinum: Tey, sum ikki vilja fyrigeva, og tey, sum ikki vilja taka ímóti fyrigeving, tí tey halda seg ikki hava gjørt nakað skeivt.
Ein onnur avbjóðing, sum fyrigevingin stendur yvirav, er, at orðið skiftir týdning, tá tað verður tikið úr einum kristnum samanheingi. Fyrigeving er ikki ein abstrakt hugmynd ella ein kensla – hon hoyrir Gudi til. Mótsett relativismuni, har vit bert standa til svars fyri okkara egnu kenslur og virðir, sigur Bíblian, at vit standa til svars fyri einum ytri sannleika: Guds lóg. Hendan lóg er ikki eitt savn av tilvildarligum reglum, men er persónliggjørd í Kristusi. Tá ið vit synda, er tað í síðsta enda móti honum, vit fremja brotsverkið. Dávid sigur tað so greitt í Sálmi 51:6: “Eina móti tær eg havi syndað.”
Henda fatanin av synd merkir, at fyrigeving ikki er nakað, vit skulu finna inni í okkum sjálvum. Hon kemur uttanífrá – frá Gudi, sum í síni náði rætti okkum eina hond gjøgnum Kristus. Og hetta broytir fullkomiliga bæði dýpdina, hæddina og breiddina av fyrigevingini. Tann fyrigevingin, eg leiti eftir inni í mær sjálvum ella hjá øðrum menniskjum, kann ikki sletta syndina. Hóast hon í besta føri kann greiða ein veg fram, kann hon als ikki skapa nýtt lív, sum Jesus kann.
Kjarnin í fyrigevingini
Guds fyrigeving er grundað á, at Gud ikki bara letur standa til við okkara synd, men tekur sjálvur avleiðingarnar av henni á seg. “Hann útstrikaði skuldarbrævið móti okkum, sum við boðum sínum gekk okkum ímóti; Hann tók tað burt við at negla tað á krossin.” (Kol. 2:14).
Kjarnin í fyrigevingini er sáttargerð – ein endurreisn av okkara sambandi við Gud og við hvønn annan, har syndin, sum skildi okkum sundur, ikki longur er til. Hon er tikin burtur! Fyrigeving er ikki bara ein kensla av at “koma víðari”. Hon er ein endurreisn av tí, sum var farið fyri bakka.
Men ein fyritreyt fyri, at hetta kann henda, er, at ein fastur sannleiki finst uttan fyri okkum sjálv – nakað, sum relativisman ikki kann bjóða. Um vit bara leita eftir fyrigeving í okkara egnu kenslum ella virðum, verður hon veik og ófullfíggjað. Men tá vit viðurkenna Kristus sum tann objektiva sannleikan, verður fyrigevingin bæði møgulig og munagóð.
Tíðin er búgvin til at seta orð á fyrigevingina
Tá ið vit tosa um fyrigeving í 2025, skulu vit greiða frá, at fyrigeving missir sín týdning, tá ið hon er grundað á tilvildarligar kenslur, sum kunnu broytast frá degi til dags. Vit skulu læra at seta orð á, at fyrigeving bert hevur meining, tí hon er grundað í Guds egna lyndi og hansara vilja til at sætta okkum við seg sjálvan gjøgnum Kristus. Tá ið vit skilja hetta, kunnu vit bæði taka ímóti og geva fyrigeving – ikki sum nakað veikt ella skiftandi, men sum ein treyt fyri, at nýtt lív verður skapt.
Og hetta er ein boðskapur, sum sera nógv menniskju hava tørv á at hoyra her og nú, tí tey stríðast og líða undir onkrum følskum, sum gevur seg út fyri at vera fyrigeving, men sum als ikki hevur førleikan at skapa lív. Tí verða tey noydd at liva í ævigum deyða, um vit ikki læra tey um ta fyrigeving, sum ikki er treytað av menniskjum, men bert av Kristusi.