Tað, vit skulu prædika í 2025 (3) – Umsitarar av skapanarverkinum 

Um vit vilja boða gleðiboðskapin soleiðis, at hann verður hoyrdur, mugu vit møta menniskjum har, tey eru. Tað er júst av hesi einfaldu orsøk, at Jesus lat fiskimannin Pætur fiska so nógvan fisk, at báturin var um at søkka, meðan hann seinni hevði eina djúpa og fakliga samrøðu við gudfrøðingin Nikodemus. At enda máttu bæði Pætur og Nikodemus fyrihalda seg til tann sama gleðiboðskapin, men leiðir teirra inn í gleðiboðskapin vóru sera ymiskar, eins og teir livdu ymisk trúarlív. 

Í greinarøðini Tað, vit skulu prædika í 2025 skrivi eg um nøkur av teimum evnunum, sum eg haldi vera viðkomandi fyri rættuliga mong menniskju í dag. Hetta eru evni, sum vit eiga at seta okkum inn í, tí tey á hvør sín hátt snúgva seg um veruligar spurningar, sum nógv longu hava viðurkent, at tey stríðast við. Samstundis kunnu júst hesar spurningar lata leiðina til eitt samleikaskifti upp og leiða menniskju til eitt nýtt lív í Kristusi.  

Júst sum mong upplivdu, tá ið tey komu til Jesus við einum jarðiskum trupulleika og fingu nógv meira, enn tey vistu av, at tey høvdu tørv á. 

Umsitarar av skapanarverkinum 

Eg veit væl, at kjakið um veðurlagsbroytingar er eitt evni, sum skapar ósemjur. Hyggja vit út í heim, kunnu vit fáa tað fatan, at mong kristin eru ivasom um, at tær vegurlagsbroytingar, vit uppliva, eru mannskaptar. Hetta tykist serliga at vera galdandi í USA, har tann konservativi parturin av fólkinum ofta er skeptiskur tá ið hugsað verður um vegurlagsspurningar. Hetta er helst tí, at veðurlagskjakið javnan verður sett í samband við vinstrahallar politiskar ætlanir og ríkisstýring, sum konservativ síggja sum eina hóttan móti frælsum marknaðum og persónligum frælsi.  

LES EISINI  Týdningarmiklari enn nakrantíð

Hinvegin er støðan ein onnur á vinstraveinginum. Bæði í USA og í Europa er fyrilitið fyri veðurlagnum farið at ávirka lívsstílin hjá mongum rættuliga nógv. Og tað er serliga sjónligt, tá ið fólk eru til handils, tí tá hugsa tey um burðardygd. Men alt fleiri eru so stúrin um gongdina, at hetta blívir til angist. Og nøkur einstøk eru, sum velja ikki at fáa sær børn, tí at tað er ov stór byrða fyri vegurlagið. 

Hóast tey flestu eru onkustaðni mitt í millum hesar báðar veingirnar, so er veðurlagið eitt evni, sum øll alla tíðina verða noydd at taka støðu til. Og tað er eitt evni, sum nógv hava sterkar meiningar um. Hetta skapar møguleikar at tosa um nøkur grundleggjandi bíbilsk virði. 

Hvat skulu vit tosa um? 

Um vit eru samd ella ósamd um, at veðurlagsbroytingarnar eru mannskaptar, eru vit sum kristin uttan iva samd um, at Gud hevur givið mannaættini boð um at umsita skapanarverkið. 

LES EISINI  Í einum sjónarmiði mistók Jenis seg nokk 

Longu í fyrsta kapitli í Bíbliuni sigur Gud við menniskjað: “… og ráðið yvir havsins fiskum og yvir himmalsins fuglum og yvir fenaðinum og yvir øllum villdjórunum, sum rørast á jørðini!” (1. Mós. 1:28).  

Men um onkur heldur, at hetta er eitt loyvisbræv til at brúka ella misbrúka jørðina sum vit hava hug til, so eiga vit at hyggja nærri at 3. Mósebók 25:23-24, har Gud staðfestir valdslutfallið: “Jørðin má ikki verða seld med alla, tí at hon er mín, og tit eru bert útisetar og niðursetumenn hjá mær.” Vit eru gestir á jørðini hjá Gudi og hava skyldu til at røkja hana. 

Ein samtala um virði, ábyrgd og framtíð 

Tá vit tosa um veðurlagið og skapanarverkið, kemur møguleikin fyri kjakið um virði og ábyrgd. Vit kunnu tosa um, hvussu okkara ábyrgd fyri skapanarverkinum er ein sjálvsagdur partur av at liva samsvarandi Guds vilja. Hetta kann eisini skapa tankar um, hvussu samband okkara við skaparan í veruleikanum er. 

Vit kristnu hava fingið vónina; eina serliga gávu, sum vit eiga at hava saman við øllum, vit kenna. Jørðin fer at vera verðandi, so leingi Gud vil. Vit kunnu gera lívið meira ella minni trupult fyri okkum sjálv og hvør annan, men vit fáa hana ikki at ganga undir. Gud hevur eisini eina serliga ætlan fyri, hvat fer at henda, tá ið hann ikki longur vil halda lív í jørðini. Hann skapar eina nýggja jørð til okkum. Og hetta er fyrsta og størsta orsøkin til vón um eina betri framtíð. Jørðin 2.0 er fyri stavn. 

LES EISINI  Wokeness - úlvur í seyðaklæðum

Sum kristin skulu vit tí vera tilvitað um okkara ábyrgd fyri at skapa góð kor fyri okkum sjálv og næstan. Samstundis kunnu vit gleða okkum til at taka ímóti nýggju jørðini. 

Veðurlagskjakið gevur okkum eitt serligt høvi at peika á gleðiboðskapin. Tess djypri vit fara inn í evnið, fleiri møguleikar fara vit at síggja. Tí vil eg mæla til, at missiónshúsini runt landið seta uppgávuna hjá okkum sum umsitarar á skrá í 2025. Vit hava tørv á bíbilskari vegleiðing í einum av mest viðkomandi spurningunum í okkara tíð. Í fyrra lagi, so at vit sjálv finna skil á øllum tí, sum sagt verður í heita kjakinum og í seinna lagi, tí at tey orð, vit fáa frá Gudi, umsita vit best við at hava tey saman við øðrum. 

Næsta grein verður um fyrigeving. Í løtuni er ov lítið av henni, ímeðan nógv eru um at drukna í skuldarkenslu. Tí er hetta eitt evni, sum vit eisini skulu geva okkum far um í 2025. Fylg við næstu ferð! 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina