Tað, vit skulu prædika í 2025 (1) – Sannleikin

Tíðirnar broytast, men Guds Orð er altíð tað sama. Hetta er eitt mantra, eg havi hoyrt mangan gjøgnum árini. Og tað er í sínum byrjanarstøði satt. Men tað er eisini satt, at orð skifta týdning og innihald við tíðini. Tey orð, vit tala og skriva, verða altíð fata í mun til ta tíð, vit liva í. Sjálvt grundleggjandi hugtøk sum synd og náði eru fatað á ymiskan hátt gjøgnum tíðirnar. 

Harafturat hevur hvør tíð sínar serligu trupulleikar og avbjóðingar. Tað, sum plágar menniskju í dag, er ikki tað sama, sum fyri 25-30 árum síðani. Men Gud vil framvegis hjálpa menniskjum við teimum avbjóðingum, tey standa við. Tí menniskju hava framvegis sár, men hesi sár sita aðrastaðni á kroppinum nú enn fyrr. 

Men um menniskju skulu síggja meiningina í at leita til Guds, mugu tey rokna við, at hann hevur svar uppá teirra avbjóðingar. Tí er tað so týdningarmikið, at vit skilja teirra líðingar og avbjóðingar, soleiðis at vit kunnu vísa á, hvussu týdningarmikið tað er at lata Gud sleppa inn í lív teirra. 

Vit sum kirkjulið mugu tí fylgja við tíðini. Vit mugu tala á ein hátt, sum ger, at fólk skilja tann gamla boðskapin, soleiðis sum hann upprunaliga var ætlaður. Men fyri at gera tað, mugu vit altíð velja tey sjónarhornini, sum skapa opinleika fyri evangeliið, og tey orð, sum gera at tað verður rætt fatað. 

Ein røð av greinum 

Eg fari tí at skriva eina greinarrøð, har eg gevi nøkur boð uppá tey evni, sum eru serliga viðkomandi at tala um í missiónshúsum okkara í 2025. Hetta eru samstundis evni, sum eg haldi eiga at fáa ein týdningarmiklan sess í tí andaligu samrøðuni millum menniskju í komandi tíð. 

Sannleikin 

Eg havi valt sannleikan sum fyrsta evnið, sum vit mugu leggja stóran dent á í 2025. Tann størsta hóttanin móti tí einstaka menniskjanum og samfelagnum í dag haldi eg vera relativismuna. 

LES EISINI  Tað, vit skulu prædika í 2025 (4) – Fyrigeving 

Stutt sagt snýr relativisman seg um, at einki er meira satt enn nakað annað. Tað finst eingin absoluttur sannleiki. Alt er relativt, sum sagt verður. Tað er upp til hvønn einstakan at áseta sín egna sannleika, og samstundis skal pláss vera fyri, at allir aðrir sannleikar eru líka góðir og rættir. Hetta merkir, at sjálvt um ein kemur til ta niðurstøðu, at Gud finst, verður hansara vilji við lívi mínum lagdur undir, hvat eg sjálvur haldi vera rætt. 

Sannleikin er gjørdur til nakað persónligt, sum verður stýrt av mínum tankum og kenslum. 

Avleiðingar av tørvandi sannleika 

Men í veruleikanum vísir tað seg, at tørvurin á einum alheims sannleika, skapar ræðuligar avleiðingar á øllum stigum í samfelagnum. Tá ið vit ikki eru samd um, hvat sannleiki er, fer moralur og etikkur at menna seg í ymiskar ættir. Hetta merkir, at vit ikki longur eru samd um, hvat er rætt og skeivt, og hvussu skulu politikarar tá gera lógir, sum fólk veruliga vilja virða og halda? 

Í smáum felagsskapum kann relativisman føra við sær eina grunna hugsan um medmenniskju okkara. Tað verður torførari at finna eitt felags virðisgrundarlag at byggja vinalag á. Og sjálvt tá vit finna eitt felags grundstøði, verður tað mett sum natúrligt, at vit kunnu mennast burtur frá hvørjum øðrum. Tí verður kærleiki fataður sum ein framvið farandi kensla, og tá hjúnabond verða upployst, verður tað bara staðfest við orðunum: “Vit vuksu frá hvørjum øðrum.” No big deal! 

Relativisman ávirkar eisini, hvussu vit hava samband við fólk, sum standa okkum nær, og tað gerst torførari at fyrigeva hvørjum øðrum, tí tá ið vit ikki eru samd um, hvat er rætt og skeivt, kunnu vit heldur ikki verða samd um, hvat vit eiga at biðja um fyrigeving fyri. 

LES EISINI  Eg eri (næstan) gud 

Týdningurin av einum støðuføstum sannleika 

Men relativisman spælir ikki bara ein leiklut í mínum viðurskiftum við samfelagið og míni nærmastu, men eisini við meg sjálvan. Uttan ein fastan sannleika kann eg fara at ivast í egnum sannføringum, virðum og málum. Hvør eri eg, um alt er treytað av mínum egnu tulkingum, sum alla tíðina kunnu broytast? 

Hendan órógvin kann føra til eitt slag av samleikaupploysn, har eg royni at liva upp til væntanir hjá øðrum ella dagsins ráki, heldur enn at finna frið í onkrum, sum er størri og støðugari enn eg sjálvur. Eg kann enda við at jagstra viðurkenning ella eydnu í einum heimi, har støðurnar altíð broytast, og har tað ongantíð kennist nóg mikið. 

Nú er hetta bert ein stutt uppreksan av nøkrum av teimum trupulleikum, sum relativisman hevur havt við sær hesi seinastu árini, men eg vóni, at tað er nokk til at geva eina fatan av, hvussu relativisman skapar sundurlyndi á øllum stigum í samfelagnum. Hetta førir við sær nøkur djúp sár, bæði í samfelagnum og hjá tí einstaka menniskjanum. Men vit, sum kenna Guds Orð, vita rættiliga nágreiniliga hvør og hvat kann hjálpa. 

Hvat skulu vit tosa um? 

Vit, sum trúgva, at tað finst ein Sannleiki, kunnu ikki verða ovfarin av at síggja at heimurin dettur sundur, tá ið sannleikin – og harvið Kristus – verður tikin úr myndini. Bíblian lærir okkum, at tað finst ein Gud, sum skapti heimin, soleiðis at alt hongur saman og er tengt at honum. Tí ”Allir lutir eru skapaðir við honum og til hansara; og sjálvur er hann fyrr enn allir lutir, og allir lutir standa við í honum.” (Kol 1,17)  

Um vit taka sannleikan burtur, taka vit eisini burtur tað límið, sum heldur øllum felagsskapum saman. Og tí síggja vit í hesum døgum, at hugsanin frá 90’unum um ein globalan heim verður skift út við, at heimspartar glíða hvør frá øðrum, at fólk í somu londum eru í stríði sínámillum, at teir tøttu felagsskapirnir gerast alsamt minni, at hjúnabond verða upployst, og at einstøk menniskju stríðast við at finna sín samleika og í staðin menna angist og strongd. Men tað er ikki náttúrligt, at vit vaksa frá hvørjum øðrum ella ikki megna at finna okkara egna samleika. Tað náttúrliga er, at Kristus heldur okkum saman, tí soleiðis eru vit skapt og ætlað at virka. 

LES EISINI  Í einum sjónarmiði mistók Jenis seg nokk 

Vit kristnu eru send út við boðskapinum um, at mitt í øllum hesum ruðuleika finst eitt, sum er satt, og sum kann hjálpa okkum við teimum sárum, sum relativisman hevur elvt til. Tí skulu vit seta okkum væl inn í, hvat tað merkir, at Kristus er vegurin, sannleikin og lív. Tað er avgerandi, at vit tosa um hetta, tí vit hava sjálvi brúk fyri at hava eina mótvekt til alla hesa relativismuna, sum verður talað um í heiminum í dag, so vit ikki fara um koll av henni. Og tað er avgerandi, at vit kunnu bera grøðandi orð inn í ein heim, sum líður og er í neyð.

Eg haldi fyri vist, at tann ólukka, sum relativisman hevur ført við sær, samstundis opnar okkum nýggjar dyr fyri evangeliið, sum vit hava eina skyldu at nýta, so vit kunnu lata Guds kærleika og umsorgan, sum so nógv hava tørv á, til okkara medmenniskju. 

Tí skulu vit í 2025 tosa nógv um Kristus sum Sannleikan. 

Næsta grein í hesi røðini fer at snúgva seg um týdningin av at tosa um, hvat tað merkir at vera skaptur í Guds mynd. Vit fara at granska evni sum kyn og samleika, og hví hesi evni júst nú geva okkum serligar møguleikar at bera evangeliið fram til frelsu og umvending. 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina