Tað, vit skulu prædika í 2025, (2) – Skapt í Guds mynd

Í greinarøðini Tað, vit skulu prædika í 2025 , skrivi eg um nøkur av teimum emnum, sum eg haldi, at tað er týdningarmikið, at vit taka fram – bæði á talarastólinum og í tí andaligu samrøðuni millum menniskju í 2025.

Felags fyri hesi emni er, at tey snúgva seg um øki, har vit júst nú hava serligar møguleikar at møta menniskjum við gleðiboðskapinum, við at vísa teimum, at Gud hevur svar uppá teir stóru spurningar, sum tey stríðast við.

Í fyrsta parti setti eg sjóneykuna á relativismuna og tær avbjóðingar, sum hon skapar, tá ið menniskju ikki longur vita, hvat er satt, og hvat er skeivt. Eg valdi at byrja við hesum, tí relativisman beinleiðis hevur týdning fyri hini emnini, sum eg ætli at taka upp. Serliga er hetta galdandi fyri hesa greinina, sum snýr seg um, hví tað er ein fyrimunur at tosa meira um, at menniskjað er skapt í Guds mynd.

Skapt í Guds mynd – Kyn og samleiki

Vit kristnu hava eitt loyndarmál, sum tíverri er væl fjalt fyri heiminum. Vit kenna ein, sum nágreiniliga veit, hvørji vit eru. Og er tað nakað, sum mong stríðast við í dag, so er tað spurningurin um samleika.

Í fyrsta parti segði eg, at relativisman hevur við sær, at onki longur verður fatað sum absoluttur sannleiki. Hetta merkir, at tær rammur, sum eldri ættarlið litu á, ikki longur eru galdandi.

LES EISINI  Tað var so farsóttin. Men hvat skal kirkjan nú?

Hetta skapar skjótt trupulleikar, tá hugsað verður um persónsmensku. Ein støðugur samleiki krevur nevniliga eitt greitt grundarlag. Tá ið alt verður relativt, reka vit aftur og fram millum ymisk rák, normar og ávirkanir – uttan eina fasta kjarnu at líta á. Hetta síggja vit týðiliga í dag, har nógv stríðast við spurningar um kyn og samleika, tí tey vita ikki, hvørji tey í roynd og veru eru, og hví tey eru skapt.

Fyrr kundu vit finna samleika okkara við at spegla okkum í hvørjum øðrum og líta á eina felags fatan av einum størri sannleika, sum lá uttanfyri okkum sjálv. Nú eru vit noydd at leita inn í okkum sjálv fyri at finna út av, hvørji vit eru. Og fyri at vera heilt erlig: Tað er eitt stórt kaotiskt rúm, vit lata upp, tá ið vit leita eftir svari inni í okkum sjálvum. Í øllum teimum blandaðu kenslunum verður samleikin sum eitt flagg í storminum – tað verður slitið, og at enda kann flagglínan bresta, ella flaggstongin koppa.

Hvør eri eg sum maður og pápi? Hvat merkir kærleiki fyri meg? Nær er tað í lagi at vera illur? Hvat skal eg fyrigeva, og hvat skal eg gera vart við? Einki er fastlagt; alt er til umrøðu, og relativisman sigur, at tað er upp til tann einstaka at finna svar í sær sjálvum.

Hetta ger, at mong standa eftir við einari djúpari óvissu og vónloysi um teirra samleika. Sambært relativismuni finnast fleiri røtt svar, sum kunnu broytast frá einum degi til annan – og hetta skapar støðugan ótryggleika.

Týdningurin av einum greiðum samleika

Bara tá vit vita, hvørji vit eru, og hvat vit eru verd, kunnu vit ferðast gjøgnum lívsins avbjóðingar og broytingar, uttan at missa okkum sjálv. Uttan eina greiða fatan av okkara samleika reka vit higar og hagar av krøvum frá øðrum, samfelagnum ella okkara egnu ótryggu hugsanum.

Tað er ikki løgið, at nógv eru knekkað í storminum, og at røðin hjá sálarfrøðingum gerst longri og longri. At eingin ramma er fyri kyni og samleika er vorðin ein so stór avbjóðing, at vit longu nú síggja tey fyrstu tekin um, at ein mótreaktión fer at koma í  komandi árum.

Hvat skulu vit tosa um?

Kanst tú ímynda tær, at tú ella eg fóru gjøgnum bygdina og róptu: “Komi og síggi ein mann, sum kennir øll míni mistøk!” Kanska ikki. Og tó var tað júst hetta, tann sámaritanska kvinnan gjørdi, eftir at hon møtti Jesusi við brunnin. Jesus peikaði á hennara trupulleikar og segði henni, at henni tørvaði at broyta sítt lív.

LES EISINI  Jólavón í einari syndraðari verð 

Hennara reaktión avdúkar hennara longsul. Hon hevði leitað eftir kærleika hjá mongum monnum, men í hjarta hennara lá ein djúpur longsul eftir at vera sædd – veruliga sædd. Eingin av monnunum, hon hevði havt, hevði veruliga kent hana. Kanska visti hon heldur ikki sjálv longur, hvør hon var. Men so møtir hon Jesusi, sum kennir hana til fulnar. Og ístaðin fyri at kenna seg dømdað varð hon fylt við gleði, tí hon endiliga var sædd.

Hetta er ein týdningarmikil boðskapur, sum vit skulu prædika í 2025: Tú ert kendur av Jesusi.

Tað merkir eisini, at vit mugu tosa um, hvat tað merkir, at vit eru skapað í Guds mynd sum maður og kvinna . Okkum tørvar at skilja og halda fast við júst hendan partin av samleika okkara, sum snýr seg um kyn og seksualitet, – bæði fyri okkara egnu skuld og fyri at møta teimum, sum ikki kenna Jesus.

Timotheus skrivar: “Guðs fasti grundvøllur stendur og hevur hetta innsiglið: «Harrin kennir síni»” (2. Tim 2:19). Við øðrum orðum: Guds orð og lyfti standa fast í allar ævir, og tað vita vit, tí Harrin kennir tey, sum hoyra honum til.

Prógvið fyri Guds kærleika er, at tú ert sæddur av Gudi! 

Í næstu greinini um týdningarmikil evni at arbeiða við í 2025 fari eg at greiða frá, hví eg haldi, at tað er týdningarmikið at seta sjóneykuna á leiklutin, sum Gud hevur givið okkum sum umsitarar av skapanarverkinum.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina