Ynski hjá lívstíðarfanga um at gera sjálvmorð skapar kjak í Sveis

Er rætturin til at ráða yvir sínum egna deyða eisini galdandi fyri ein brotsmann, sum hevur neyðtikið og er farin illa við børnum og kvinnum? Í Sveis verður nú kjakast um hetta, tí ein fangi ynskir at fáa hjálp til sjálvmorð.

Peter Vogt er ein vandamikil maður. Hann hevur neyðtikið og pínt 13 børn og kvinnur. Tað yngsta ofrið var 10 ár, og tað elsta 56 ár.

Seinastu 24 árini hevur hann sitið í einum fongsli nærindis býnum Menzingen í Sveis. Fyrstu 10 árini sat hann sína revsing, og síðani hevur hann sitið í trygdarvarðhaldi (forvaring), og hann verður sambært dómstólunum ongantíð latin leysur, tí hann er framvegis ein hóttan fyri onnur.

68 ára gamli brotsmaðurin, sum hevur eina ólekjandi lungasjúku og eisini er sálarliga sjúkur, vekur nú ans, tí hann hevur søkt um loyvi at fáa hjálp til at gera sjálvmorð. Umsóknin fær nú fólk í Sveis at kjakast um ein maður, sum hevur veitt øðrum menniskjum so stórar líðingar, yvirhøvur hevur rætt til at gera enda á lívi sínum, og harvið eisini enda á sínum uppihaldi í fongslinum.

LES EISINI  Kann Gud fyrigeva sjálvmorð?

Peter Vogt hevur ongantíð víst tekin um iðran, og tað er heldur ikki skuldarkensla, sum fær hann at ynskja sær at doyggja. Í brævi sínum til fongsulsmyndugleikarnar skrivar hann, at “lívið ikki longur er vert at liva”, og hann tosar um “sálarliga pínslu”, tí hann hevur onga vón um at verða latin leysur.

Peter Vogt hevur søkt um loyvi at venda sær til deyðshjálparfelagsskapin Exit. Felagsskapurin flýggjar út ein drepandi heilivág til fólk, sum ynskja at doyggja og eru ólekiliga sjúk.

Hjálp til sjálvmorð er loyvt í Sveis, men virkin deyðshjálp er harafturímóti bannað. Tí skulu viðkomandi persónar sjálvir megna at eta heilivágin saman við einum glasi av vatni, og tað er til dømis ikki loyvt starvsfólkum hjá Exit at geva heilivágin við eini innspræning.

Fleiri læknar óttast fyri, at um Peter Vogt fær hjálp til sjálvmorð, so kann tað gerast eitt slag av sjálvbodnari deyðarevsing, sum kemur inn gjøgnum bakdyrnar.

LES EISINI  Tá ið menniskjað spælir gud

Gudfrøðingar og prestar eru heldur ikki fegnir um málið.
– Í grundini snýr málið seg um, hvørji sløg av lívi, samfelagið heldur vera verd at liva. Kjakið snýr seg meira og meira um, hvørji liva eitt gagnleyst lív: eldri fólk, sjúklingar, sum eru sjúkir í langa tíð, og nú eisini fangar, sum ynskja at gera sjálvmorð. Hetta er ein hættislig gongd, sigur katólski biskupurin í Basel, Felix Gmür.

Myndugleikarnir í Sveis hava nú sett eina nevnd, sum í 2019 skal koma við eini frágreiðing um, hvørt fangar hava rætt til hjálp til sjálvmorð.

Felagsskapurin Exit sigur, at tey bíða við at taka støðu til málið hjá Peter Vogt, til úrskurðurin hjá nevndini er greiður.

 

Kelda: Kristeligt Dagblad

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina