Áskoðan kirkjanar á fosturtøku og hjúnaband broytti Europu
Vit hava øll hoyrt um ”undirlívsspurningar” – spurningar, sum mong halda, kirkjan hugsar alt ov nógv um, og heitt verður á kirkjuna um at gevast við at taka sær av hesum. Tað snýr seg um fosturtøku, um áskoðan á sex, um pornografi og um allýsing av hjúnabandinum. Samstundis eru fáir spurningar, sum nútíðarmenniskjan stríðist so nógv við sum hesar.
Fjórða hvør kvinna í Svøríki, sum er við barn, fær fosturtøku. Als ikki allar kvinnur uppliva inntrivið púra vandaleyst-
Átøk, sum t.d. #prataomdet, #mõrkertalet og #Me Too hava sett sjóneykuna á tær mongu túsund kvinnurnar (og menninar) sum hava verið fyri seksuellum ágangi. Eingin ivi er um, at her koma vit inn á eitt øki, har stórur partur av fólkinum hevur tað ringt – eisini í ( ella ikki minst?) tí sekulariseraða Skandinavia.
Kirkjanar góðu spor
Nakað, sum vit sera sjáldan práta um, er at ”undirlívsspurningar” er ein høvuðspartur av íkastinum hjá kristindóminum til vesturlendsku siðmenningina.
Byrja vit við fosturtøku, kunnu vit staðfesta, at longu elsta varðveittað kristna ritið umframt Nýggja Testamentið, Didache, ávarar móti bæði fosturtøku, barnamorði og pædofeli.
Henda boðan gjørdi beinanvegin tað, at væl betri kynsjavnstøða kom í kristna samfelagið enn í samfelagnum sum heild. Størsti parturin av øllum teimum nýføddu, sum í teimum døgum vórðu blakað í køstin, vóru nevniliga gentur.
Amerikanski samfelagsfrøðingurin (sosiologur) Rodney Stark greiðir frá í bók síni ”The Rise of Christianity” at í , 200-talinum í Róm vóru 132 menn fyri hvørjar 100 kvinnur, og at tølini fyri Italiu, Lítluásiu og Norðurafriku vóru heili 140 móti 100.
Umframt pinkubarnadráp er tað serstakliga fosturtøkurnar – sum førdu til deyða hjá mammuni – og tann lági giftingaraldurin hjá kvinnum, sum kunnu greiða hagtølini.
Kristna kirkjan, sigur Stark, fór ímóti rákinum á hesum økjum. Umframt forboð móti pinkubarnadrápi og fosturtøku, tók hon til orðanna fyri hægri giftingaraldri, skapti eina vón hjá bæði kvinnum og monnum um seksuelt trúfesti og gav stórt valfrælsi til báðar partar um tey ynsktu at giftast ella ikki.
Harumframt var ein umfatandi skrá fyri at taka sær av einkjunum í kirkjuliðnum.
Alt hetta var grundað á sannføringina um javnmeting av øllum menniskjum, men eisini í hugsanini um monogama hjúnalagið sum staðið fyri seksuellum samlívi.
Bretski søgufrøðingurin Tom Holland, sum er kendur fyri bøkur sínar um antikktíðina og kirkjanar ávirkan á vesturlendsku siðmenningina, hevur í fleiri førum vátta sína bergtøku av uppgerðini hjá kristindóminum við gomlu skipanina.
Rætturin hjá tí sterkasta – ella kristni valmøguleikin
Ferð eftir ferð leggur Holland dent á, at tað í rómverska ríkinum var ein sjálvfylgja við ”rættinum hjá tí sterkasta”. Hjá frælsum, mannligum borgarum bar hetta við sær, at teir høvdu fullan rætt til seksuelt at gagnnýta tey, sum høvdu minni at siga. Men so kom kristindómurin við heilt nýggjari virðismeting. Í viðtalu við netavísina Scroll.in sigur Holland:
«Paulus er jødi. So hann hevur eina hugsan um, at skapanin skilir millum mann og kvinnu, Gud skapar mann og kvinnu hvør sær. So hann tekur hesa fyritreyt við í viðtalinum.
Men hann hevur eisini eina aðra nýggja fyritreyt við, og hon er, at Kristus kom og leið deyðan vegna kærleika sín til mannaættina. …Og um vit vilja hava eitt seksuelt samband við eina aðra menniskju, so má hon vera trúgv móti tí kærleika, sum Kristus hevur sýnt mannaættini.
So tað, Paulus ger, er at siga, at tað gevst bert ein háttur, ein rættur háttur at hava seksuelt samband, og tað er, at tú eigur at liva í einum monogamum hjúnalagi-«
Dómurin yvir Weinstein
Hjá tí ikki-kristna Holland gjørdist #MeToo-rørslan og avdúkingarnar av áganginum hjá Harvey Weinstein tað, sum lat upp eyguni í hesum sambandi. Í rómverska ríkinum var tað nevniliga Weinstein, sum hevði fingið fullan stuðul frá umhvørvinum. Hann bar seg at júst sum tú kundi vænta av einum rómverskum manni við framíhjá rættindum.
So tann veruleiki, at vit í dag svara aftur uppá maktmisnýtsluna hjá Weinstein, sigur Holland, hevur við kristnu ávirkanina á vesturlendsku siðmenningina at gera. Tað er haðani, vit hava fingið tann hugburð, sum er drívmegin hjá MeToo!
Minni vald til ættarbólkarnar
Ein annar, sum hevur tikið fram ávirkanina hjá kristnu kirkjuni á «undirlívsspurningarnar» er svenski bókmentaserfrøðingurin Johan Lundberg. Í grein í tíðarritinum Kvartal peikar hann millum annað á kirkjanar leiklut í sundurloysingini av europeisku ættarbólkamentanini.
«Frá og við 3. øld og gjøgnum fleiri øldir hevði kirkjan fleiri átøk, sum minkaðu valdið hjá ættarbólkunum. Miðvíst vórðu lógir gjørdar, sum forðaðu systkinabørnum at giftast, forðaðu fleirkonugiftu, móti reglum sum søgdu, at einkjur skuldu gifta seg við sváginum.» Og framhaldandi:
«At kjarnufamiljan gjøgnum kirkjuligar fyriskipanir varð raðfest fram um ættina, gjørdi at tað í miðøldini vóru fleiri meira javnsettir og minni einvalds (autoriterir) stýrdir familjubygnaðir enn tað, sum var vanligt í ættgrundaðum samfeløgum.
Hetta rák komst av virknaðinum av lagskipanini (laug-system, yrkisfelag) og byrjanini av handilsligum neti, ið tóktist vera meira lønandi enn tað familjugrundaða.»
Fleirkonugifta (Polygami) elvir harðskap
Til tess at greiða hvørja ávirkan hetta fekk á europeiska samfelagið, nýtir Lundberg fleirkonugiftuna sum dømi:
«Sjálvt í einum samfelagi við einum hóvligum hátti fyri fleirkonugiftu, har tann fimtingurin av monnunum, sum hava hægstu støðu, gifta seg við trimum-fýra konum hvør, meðan restin av monnunum liva í einarkonu (monogami) hjúnarløgum, verða 40 prosent av øllum monnum verandi ógiftir.
Hetta kann setast í samband við tann veruleika, at testosteronstøði hjá monnum minkar í føstum sambondum, og allarmest tá teir gerast pápar. Lægri testosteronstøði er í sjálvum sær gott í einum samfelags framtíðarútliti, tá hetta ber við sær størri tamarhald á knappligari áeggjan, sjálvsaga, og langtíðar ráðlegging, umframt minni vandaatburð og harðskap.»
Eygleiðingar sum henda hava ikki einans søguligt virði. Veruleikin er, at allir teir trupulleikar, sum kristindómurin søguliga var við til at bøta um, eru eisini núligir – uttan fyri kristna mentanarheimin.
Kynsúrveljandi fosturtøkur í londum sum India og Kina er t. d. týdningarmesta orsøkin til skelkandi kynsójavnan í hesum londum, við einum yvirskoti av monnum ávikavist uppá 12 og 15 prosent.
Eisini hjúnaband millum systkinabørn og fleirkonugiftur er vanligur trupulleiki í dag, ikki minst í muslimskum londum. Tað fyrra leiðir til vanliga fátækt og stuðlar valdinum hjá ættarbólkunum. Tað seinna ger, at nógvir menn ikki hava møguleika at gifta seg.
Yvirgangsbólkar draga at sær stakar menn
Amerikanski professarin Valerie Hudson hevur víst á, at tað eru hesir bólkar av óviljaðum ógiftum monnum, sum eru týdningarmesta útveganar grundarlagið hjá mongu krígsóðu harrunum og uppreistrarbólkunum í heiminum í dag. Ikki minst er hetta eygsýnt, tá talan er um uppreistrarbólkar sum IS og Boko Haram – ja, eisini hjá Talibanherinum í Afghanistan.
Tað er ikki av tilvild, at hesir bólkar eru kendir fyri at ræna tannáringa gentur. Ein týdningarmikil partur av teirra «handilshugsan» er teirra virki sum hjúnabands millumgongumenn í økjum við lítlari tilgongd av kvinnum, og við sociofíggjarliga útjaðara monnum.
Øll hesi fyribrigdi hava tað í felag, at tey munadygt eru vorðin tarnað av eini kirkju, sum livir sambært alkendu áskoðanini á sex, hjúnaband og lívsins friðhalgan. Søguliga kunnu vit púra greitt siga, at «undirlívsspurningarnir» hava broytt Europu til tann heimspartin, vit í dag taka sum givið. Áttu vit ikki at hugsa okkum um bæði eina og tvær ferðir, áðrenn vit blaka fyri borð henda arv?