Danmark: Etiska ráðið mælir til at hækka fosturtøkumarkið til 18. viku
Í 50 ár hevur fosturtøkumarkið í Danmark verið tað sama – 12 vikur. Nú viðmælir ein meirluti í Etiska Ráðnum í Danmark at hækka markið til 18 vikur.
Ráðið legði í dag fram síni tilmæli um at broyta fosturtøkulógina í Danmark. Hóast tað ikki var full semja um, júst nær markið skal vera, so meina 13 út av 17 limum, at markið skal hækkast.
- 9 limir meina, at markið skal hækkast til 18. viku
- 4 limir meina, at markið skal hækkast til 15. viku
- 4 limir meina, at markið skal verða verandi á 12. viku
Síðan frí fosturtøka varð loyvd í Danmark í 1973, er stórt sæð einki broytt við lóggávuni, sum seinastu 50 árini hevur loyvt kvinnum frítt at taka eitt barn úr móðurlívi áðrenn endan av 12. viku. Kjakið stingur seg tó upp við jøvnum millumbilið um at hækka fosturtøkumarkið.
Etiska ráðið tók seinast støðu til fosturtøkumarkið í 2007, har tilmælið var at halda fast í táverandi mark fyri fríari fosturtøku á 12 vikur. Nú er støðan hjá ráðnum broytt.
Sjálvsavgerðarrættur er ein høvuðsgrundgeving
Ein av høvuðsgrundgevingunum fyri at broyta markið er sjálvsavgerðarrættur.
– Týdningarmesta argumentið er, at kvinnan sjálv fær møguleikan at taka eina avgerð um fosturtøku heilt fram til 18. viku og fær góða tíð til tað, sigur Leif Vestergaard, formaður í ráðnum.
Øll eru tó ikki samd í hesi grundgeving fyri at linka um lóggávuna.
– Hendan grundgeving vinnur fram í øllum etiskum kjaki, men sjálvsavgerðarrættur ger ikki neyðturviliga nakað meira etiskt, skrivar Anders Ellebæk Madsen á Kristeligt Dagblad. Tað er at einfaldgera tað etiska kjakið. Ein kann eisini nýta sín sjálvsavgerðarrætt til at taka skeivar avgerðir.
Atlit skal eisini takast til fostrið
Meðan ein meirluti av Etiska Ráðnum í Danmark vilja hækka fosturtøkumarkið, meina fýra limir, at markið ikki skal broytast. Ein teirra er Ida Donkin, ið starvast sum lækni á eini føðideild.
– Eg meini, at núverandi mark er ein góð javnvág við atlitið til kvinnuna og fostrið, sigur hon.
Hon hevur áður hildið, at fosturtøkumarkið skuldi hækkast, tí hon í sínum starvi hevur kvinnuna sum útgangsstøði.
– Men eg eri vorðin meira tilvitað um atlitið til fostrið. Við 12 vikum hevur kvinnan góðan møguleika at uppdaga graviditetin, nógv tær flestu fosturtøkurnar henda áðrenn markið, og kvinnan hevur framvegis møguleika at søkja um loyvi til fosturtøku.
Hóast markið er 12 vikur, kunnu nakrar kvinnur í Danmark fáa fosturtøku framda í vikunum aftaná. Men tær skulu søkja um loyvi til eina sonevnda seina fosturtøku hjá Abortsamrådet. Seinastu tølini fyri 2023 fram til september vísa, at 631 kvinnur í ár hava søkt um fosturtøku eftir markið á 12 vikur, og 52 teirra hava fingið noktað.
Danskar kvinnur fáa seina fosturtøku í Svørríki
Í Føroyum verður ført fram, at okkara stranga fosturtøkulóggáva ger, at nógvar kvinnur fara til Danmarkar at fáa fosturtøku. Men í Danmark verður sama grundgeving brúkt um, at danskar kvinnur fara til Svørríki at fáa fosturtøku, har frí fosturtøku er loyvd heilt upp til 18. viku.
Tveir abortklinikkir í Skåne, Svørríki, upplýsa, at upp til 20 danskar kvinnur um árið fáa seina fosturtøku hjá teimum.
Tá fosturtøkan eftir viku 12 er yvirstaðin, pakka starvsfólk deyða barnið varliga inn í eitt eingangsteppi og leggja tað í ein brúnan pappkassa. Pappkassin verður stillaður í eitt køliskáp og goymdur á sjúkrahúsinum í 14 dagar.
Ynskir kvinnan ikki at fáa barnið fyri sjálv at jarða tað, verður kassin heintaður, kremeraður og jarðaður dulnevnt í minnislundini á Limhamn Kirkjugarði í Malmø.