Hvussu við børnum, ið koma frá tí við lívinum eftir eina fosturtøku?

-Hetta, vit síggja, er í okkara eygum, tíverri, ein siðmenning, ið endar í fullkomari upploysn.

Tað sigur, eftirlønti, professarin og barnalæknin, Ola Didrik Saugstad, sum júst, sambært Norge Idag, hevur sent opið bræv til heimsheilsustovnin WHO við spurninginum: ”Hvussu við børnum, sum koma frá tí við lívinum aftaná eina ”miseydnaða” fosturtøku?” Grundin er tann, at WHO í marts mánaði 2022 gav út leiðreglur fyri, at øll fosturtøkumørk verða strikað, so skurðinntriv kunna verða framd heilt fram til konan er sett at eiga.             

Hetta er triðja ferðin, Ola Didrik Saugstad, beinleiðis heitir á WHO við m.ø. hesum spurningi; men hevur hvørja ferð ikki lætst síggja áheitanina og svarað spurninginum, skrivar Norge Idag. 

Fólkamorð WHO’S

19. august skrivaði blaðið, Korsets Sejer, eitt kjakíkast av Ola Didrik Saugstad, ið hevði yvirskriftina: ”Eitt nútíðar fólkamorð, vegna WHO.” Ola Saugstad sigur við Norge IDAG, at fleiri kvinnuslóðbrótarar á vinstrahalla vonginum, siga, at tær í blaðnum, Klassekampen, hava í summar borið fram eitt víðgongd ynski um eina liberalisering av norsku fosturtøkulógini.     

Andskræmilig fosturtøkulóg

Nýsæland  samtykti í summar eina heilt andskræmiliga fosturtøkulóg, at frísk fostur kunnu verða tikin heilt fram til konan er sett at eiga, tað merkir heilt natúrliga føðing, Sigur Saugstad. WHO hevur sett fram eitt líknandi uppskot, har øll mørk fyri fosturtøku skulu beinast av vegnum, og at tað heldur ikki nøkur kærunevnd ella annað skal kunna seinka ella forða hesi mannagongd.

LES EISINI  Fosturtøkur kostaðu 42 milliónum lívið í 2018

Brævið til WHO

Saugstad sigur, at hann persónliga hevur sent bræv til WHO og biðið um svar viðvíkjandi  tveimum spurningum, ið knýta seg at fosturtøkuni. Fyrsti spurningur, er, um WHO veruliga ynskir, at tað eingi mørk skulu verða, og næsti spurningur, er, hvørji ynski skulu henda í málinum viðvíkjamdi teimum, ið koma livandi frá eini miseynaðari fosturtøku.

-Fyrsti spurningur var ógvuliga veikt og ógreitt svaraður. Næsti spurningur, varð als ikki svaraður. Spurningurin var bæði týdningarmikil og relevantur hjá mær sum barnalækni at fáa svaraðan, tí hann viðvíkur heilsustøðuni hjá barninum. Í juli mánaði sendi eg WHO ein email. Heldur einki svar kom. Síðani sendi eg WHO nýggjan email fyrispurning; men hann varð eisini skilliga ikki svaraður.

Ófullborin børn

Børn, fødd, áðrenn 37. viku, verða roknað sum ófullborin; og Saugstad sigur um tey átøk og viðgerðir, ið gjørd verða til tess at bjarga hesum ov tíðliga føddu børnum:

-Í Noreg verða ófullborin børn viðgjørd frá viku 23. Í Svøríki byrjar viðgerðin í viku 22, og í øðrum londum í viku 21. Tá broytingar verða gjørdar við fosturtøkumarkið, fer helst talið av børnum, ið komast undan eini fosturtøku at vaksa. Men tað, WHO og parlamentarikarnir í Nýsælandi fara at gera við hesi børn, vilja teir sleppa undan at svara, heldur Saugstad.          

LES EISINI  Eg eri (næstan) gud 

Tá ið hjartað støðugt slær

–Fosturtøkulógin er sjálvandi galdandi so leingi, barnið er í móðurlívi. Aftaná eina ”miseydnaða” fosturtøku, er hon ikki longur galdandi. Eftir ein seinkaðan barnsburð, slær hjartað á barninum oftast ein til tveir tímar, hóast læknin hevur givið hjartanum eina innspræning, meðan tað var í móðurlívi. Hetta er, tykir mær, ein andskræmilig gerð, sigur Saugstad, ið sjálvur hevur viðgjørt ófullborin børn í fjøruti ár. Hann heldur ikki WHO hava gjørt sítt arbeiði nóg væl, tað seinkaðum barnsburði viðvíkur.       

Álitið á WHO, fokið

WHO vil fegið stíga fram sum ein felagsskapur, ið tekur sær av barnanna heilsu, sum hon eigur; men tað haldi eg als ikki, sigur Saugstad. Hann vísir á, at WHO ofta nýtir orðingina “endurskapandi heilsa,” og “Kissingerfrágreiðingina”, sum kom í 1984, ið legði dentin á spurningin um, hvussu vit kunna avmarka fólkavøksturin í fátæka partinum av heiminum.

Bio-kapitalisma

Saugstad nevnir eisini, at politikkarar í Vesturheiminum ávirka starvsfelagar í fátækum londum við at seta í verk liberalar fosturtøkulóggevingar í hesum londum.

LES EISINI  Bókin "Hví verja lív?" í hvørt hús

Samstundis hevur liberala fosturtøkulóggevingin í Vesturheiminum ført til eina lønandi “biokapitalismu”, har ídnaðarvirkir hava vunnið í milliónum í vinningi av at selja stuttkomin sunn fostur.      

Fosturtøka uttan mark

Saugstad heldur, at virknar ungar gentur fara sum frálíður at seta úr gildi øll mørk fyri fosturtøku     

– Í 70’unum og 80’unum snúgi tað seg um, hvørt kvinnan sjálv átti at avgera, um hon skuldi gerast við barn ella ei, meðan tað í dag snýr seg um kynið, hon ynskir sær. Henda broyting er farin nærmast ósædd fram hesi seinastu fjøruti árini.

-Hetta, vit nú síggja, er tíverri ein siðmenning sum gongur móti eini fullkomari upploysn, er niðurstøðan hjá Ola Didrik Saustad, sambært Norge Idag. 

Úr udfordringen.dk / H.D. Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina